Syngja í eina heila viku

Í døgunum 8. til 14. oktober verður árliga sangskeiðið hildið í Leguhúsinum í Nesvík.

Kring alt landið eru nógv fólk sum bíða spent eftir heystfrítíðini. Summi nýta hana í samband við seyðahald, meðan onnur gleða seg til árliga sangskeiðið sum Heimamissiónin skipar fyri í Nesvík.
Aftur í ár  verður leguhúsið í Nesvík karmur um sangskeið, har vanliga eini 200 fólk í øllum aldrum og úr øllum landinum hittast til sang og tónleik.
Flestu árini hava útlendskir kórleiðarar stjórna kórinum ella kórunum, men í ár verður tað Ásbjørn Berthelsen av Strondum sum fer at stjórna tí stóra kórinum.
Hann hevur royndir sum kórleiðari við ungdómskórinum Vox, og tí kunnu teir luttakandi sangararnir vænta sær góðan og vælklingandi sang hesa vikuna.
Skeiðið byrjar sunnukvøldið 8. oktober og endar leygardagin 14. oktober við konsert.