Í annaðkvøld, mikukvøldið, verður stuðulskonsert í Hoyvíkar kirkju til frama fyri átakið "Í Menniskjum Góður Tokki.
Tað eru tey fýra kórini hjá Sigrið Sivertsen, sum fara at syngja og spæla. Tey eru barnakórið, Dropar, og Ung stjørnuskot úr Tórshavnar Musikkskúla, Eisini kórið, Xperiment, ið hevur gjørt nógv vart við seg, og tað stóra Morgunkórið, sum byrjaði í samstarvi við sendingina Góðan morgun Føroyar, í Útvarpinum fara at syngja.
Fyrireikararnir siga, at ein stórur partur av sangunum hjá kórunum, verða jólasangir, ið Sigrið Sivertsen hevur útsett fyri kór.
Av tí at Sigrið hevur verið nógv upptikin av sangleikinum, ið júst er famførdur í Norðurlandahúsinum, hevur ein ungur maður í kórinum, Andreas Samuelsen, tikið sær av tí musikalsku kórleiðsluni hjá Xperiment. Hann fer eisini at stjórna kórinum á konsertini mikukvøldið.
Dropar og Ung stjørnskot hava rytmuorkestur við musikkskúlanæmingum við sær, sum Jónleif Jensen hevur ábyrgdina av. So hesi bæði konseptini eru eitt samstarv millum Sigrið og Jónleif.
Undir konsertini verður savnað inn til átakið, Í Menniskjum Góður Tokki, har endamálið at hjálpa børnum, sum eru so fátæk, at tey ikki hava ráð til at halda jól, so at tey kortini kunnu fáa eini hugnalig jól.
Frásøgumaður á stuðulskonsertini verður kringvarpsmaðurin Tórður Mikkelsen.