Syngja um tað sárbæra og tó stórbæra í Jesu føðing

Mitt í hjartanum á høvuðstaði og høvuðsvinnu okkara, millum skip og fiskakassar, heldur kórið Fljóðljóð konsert í annaðkvøld, mikukvøldið.

- Hetta er ein konsert, har vit hjúkla fyri smálutum í tí inniliga og bera, sigur Súsanna Joensen, kórleiðari.

 

Hon sigur, at tey borðreiða við eini fjølbroyttari jólaskrá, við solistum og ljóðførum. Sangararnir í kórinum hava sjálvir prýtt Siloina, har ókeypis konsertin verður hildin.

-  Reyði tráðurin er tað sárbæra og tó stórbæra í inkarnatíónini (Jesu føðing), sigur hon.

Fljóðljóð er eitt kvinnukór (vokal ensamble), við 13 royndum sangarum, ið varð stovnað av Súsannu Joensen á heystið 2016. Kórið hevur ongan fastan dirigent, men fleiri í kórinum taka skiftivís musikalsku leiðsluna. Kórið syngur ymisk sløg av tónleiki, bæði klassiskt, sálmasang og aðrar norðurlendskar kórsatsir.