Sýslumaðurin í Norðoyggjum, Karl Johansen, upplýsir fyri in.fo, at grindin, ið varð funnin í Kalsoyarfirði í morgun, helst er sloppin.
- Vit hava mist hana. Bátar liggja og leita eftir henni frá Mikladali til Húsar, men eg gangi út frá, at hon er sloppin, sigur Karl Johansen.
Paul Watson skrivaði fyri løtu síðani á Facebook, at hald varð lagt á eina bátin hjá felagsskapinum, umframt at tvey fólk vóru handtikin.
Sýslumaðurin kann ikki vátta tíðindini, men upplýsir, at eina skipið hjá Sea Shepherd, Sam Simon, er í Kalsoyarfirði.
Hitt skipið hjá felagsskapinum, Brigitte Bardot, liggur í løtuni uttanfyri Tjørnuvík.