Sýslumaðurin meldar Sea Shepherd

Báturin Thor hjá Sea Shepherd rak grindina, sum lá uttan fyri Haraldsundi, út á hav aftur, og tað er ikki loyvt.

Báturin Thor hjá Sea Shepherd rak grindina, sum lá uttan fyri Haraldsundi, út á hav aftur, og tað er ikki loyvt.

 

Norðlýsið veit at siga, at sýslumaðurin í Norðoyggjum, Karl Johansen, hevur í hyggju at melda Sea Shepherd.

 

Eingin hevur loyvi at reka grind, uttanloyvi frá sýslumanni ella grindaformanni, og tískil hevur Sea Shepherd forbrotið seg ímóti lógini áøkinum, tá teir róku grindina, sum fyrrapartin var sødd í Haraldsundi, út á hav aftur.

 

Karl Johansen segði seinnapartin við in.fo, at teir høvdu avtalað at halda grindini inni á Haraldsundi til tíðliga í morgin, áðrenn teir fóru undir rakstur, tí sjóvarfallið var so keðiligt.

 

Men nú hevur Sea Shepherd so gjørt ímóti lógini og rikið grindina út á hav aftur.