Á mentanarvikuni í Runavík hevur Bókasavnið við Løkin okkurt á skránni hvønn gerandisdag.
Svend Højgaard, leiðari, sigur, at til børnini er serliga ein teknikapping og japanskir teknifilmar á skránni. Teknikappingin byrjaði í gjár farna eftir familjutiltakið, sum var í Løkshøll. Teknikappingin heldur fram alla næstu vikuna.
Hann sigur, at mánadagin eftir mentanarvikuna fer bókasavnið at lata fýra virðislønir til vinnarar úr ymiskum aldursbólkum.
Teknifilmarnir, sum bókasavnið vísir í Løkshøll, eru tveir, ið virðislønti japanski filmsmaðurin, Hayao Miyazaki, hevur gjørt.
Svend Højgaard sigur, at framsýningin í ár er eitt samstarv við Fornminnisfelagið Forna. Framsýningin letur upp mánakvøldið 21. oktober klokkan 19, og her verður ókeypis hugnakvøld við felagssangi og fyrilestrum.
- Maria Jacobsen hevur granskað í søguni og hevur funnið fram upplýsingar um allar sýslumenn í Eysturoy heilt aftur til 1584.
Hann sigur, at grundað á hesa gransking er ein framsýning sett upp á bókasavninum. Maria fer at greiða frá um framsýningina, og Kári Thorsteinsson, fyrrverandi sýslumaður, fer at greiða frá um sýslumansembæti.
- Max Weihe av Selatrað fer eisini at greiða frá um Daniel J. Danielsen, sýslumann, sum búði í Søldarfirði, sigur Svend.
Leiðarin vísir eisini til áhugaverda bókmentakvøldið, sum verður næsta fríggjakvøld frá klokkan 19 til 21, og hetta er eitt kvøld, sum forlagið Vencil skipar fyri.
- Ritstjórarnir á Vecil, Oddfríður Marni Rasmussen og Arnbjørn Dalsgarð, hava boðið fleiri rithøvundum at bera skaldskap fram hetta kvøldið, og eisini fer Kári Sverrisson at framføra nøkur løg. Bókasavnið bjóðar drekkamunn við onkrum góðum afturvið.
Svend Højgaard sigur, at hetta kvøldið endar við, at bókasavnið fer at royna at stovna ein lesiring.
Meira er at lesa um tiltøkini í Bókasavninum við Løkin á heimasíðuni www.lokin.fo