– Hetta vóru trý sera týdningarmikil stig at fáa, tí hesin sigurin ger, at vit kunnu sleppa frá at hugsa so nógv um botnstríðið. Tað var sera umráðandi fyri okkum, at vit kundu vinna júst henda dystin.
Tað segði 27 ára gamli norski framherjin hjá AB, Stig-Roar Søbstad, eftir dystin ímóti B36, ið var triði sigurin á rað hjá argjamonnum, ið nú líkjast meira einum liði í miðjuni, enn einum botnliði.
– Vit fingu eisini tvey góð mál. Rasmus Nielsen var ísakaldur, tá hann skuldi seta bóltin í málið, og eg helt sjálvur, at tað var ein øgiliga góð sending, eg fekk, so eg bara skuldi sleppa inn um B36-verjuna og seta fótin á til 2-0, sigur Stig-Roar, ið stórtrívist í AB.
– Tað er deiligt at spæla við AB, og eg haldi, at besta føroyska deildin er á hóskandi stigi. Hon liggur kanska beint undir 1. deildarstigi í Norra, og tað er gott.