Týðandi yvirgangsmaður tikin

Servandir menn hjá algerska herinum hava tikið tríggjar hernaðarligar islamistar har suðuri í landinum, og ein teirra er Nacib Tayeb ella Abderrahmane Abou Ishak Essoufi, sum verður hildin at vera ein tann fremsti maðurin hjá al-Qaeda í Norðurafrika. Myndugleikarnir hava leitað eftir honum síðani 1995.

Myndugleikarnir í Algeria siga, at teir tríggir menninir vórðu tiknir í býnum Berriane, sum er einar 600 kilometrar sunnan fyri høvuðsstaðin Algier.

Al-Qaeda hevur verið virkin í Norðurafrika síðani síðst í nítiárunum, men tey seinastu árini er felagsskapurin viknaður nógv í Algeria. Eitt skipað átak hjá herinum hevur gjørt, at fleiri limir í al-Qaeda eru flýddir til grannalandið Mali, har teir hava hersett tann norðara partin av landinum.