3. november klokkan 15.45
Piddi keypir inn í Rúsuni
3. november klokkan 19.20:
Ein hýruvognsførari, sum hevur etið nátturða saman við Pidda, fer av Gerðisvegi 34. Piddi rættiliga ávirkaður.
3. november klokkan 15.56-24.00
Ákærdi til arbeiðis á Bakkafrost
4. november klokkan 03.12-03.31
Piddi tosar í telefon við ein vinmann
4. november umleið 03.00
Skodabilurin stolin úr túninum hjá foreldrunum hjá fyrrverandi konu Pidda. Ákærdi eltir bilin til Norðoyatunnilin og heim aftur í túnið.
4. november eftir døgurða
Ákærdi koyrir til Norðyatunnilin og kannar, hvussu langt inn í tunnilin Skodabilurin kundi koyra og koma út aftur, meðan hann roykti tvær sigarettir
5. november fyrrapart
Ákærdi og fyrrverandi kona Pidda hittast á Gerðisvegi 34, og fara undir at gera reint
6. november
Ákærdi og unnustan í Havn til fimleikaframsýning
8. november
Piddi verður meldaður sum saknaður
8., 9. 10. november
Politiið kannar hjá Smyril Line og Atlantsflog, um Piddi kann vera farin av landinum, stórt leitiarbeið verður sett í verk
10. november klokkan 02.00-0.300
Skodabilurin verður stolin fyri aðru ferð uttan fyri húsini hjá unnustuni hjá ákærda. Hann stendur aftur í túninum morgunin eftir
15. november
Húsini á Gerðisvegi 34 verða sperrað av av politinum, og málið broytist frá saknaðum persóni til drápsmál
8. desember
Ákærdi avdúkar okkurt, sum fær politistin, ið avhoyrir hann, at steðga avhoyringini, tí hann metir, at verjin eigur at vera til staðar. Ákærdi vildi ongantíð aftur útgreina, hvat hann var í ferð við at greiða frá
17. og 22. juli
Ákærdi teknar tríggjar tekningar av økjum í Neshaganum, har Piddi møguliga er grivin