Tíðarhóskandi farleiðir?

Alt meðan kjakast verður um, at øll skulu gjalda undirsjóvartunnlar - ella bert tey, ið koyra - verður næst minsti bátur settur inn á farleið, ið flutti 3000 fólk og 300 bilar í mai í fjør.

 

Alt meðan kjakast verður um, at øll skulu gjalda undirsjóvartunnlar - ella bert tey, ið koyra - verður næst minsti bátur settur inn á farleið, ið flutti 3000 fólk og 300 bilar í mai í fjør.

 

http://www.ssl.fo/fo/um-ssl/alment/ferjur/ms-sildberin/

 

Sjálvsagt kunnu vit ikki krevja, at SSL veit nær ferming er í Nólsoy. Men tað átti at verið gjørligt at bygt á ferðatølini, heldur enn at sett einhvønn bát inn, bara fyri at halda ferðaætlanina.

 

Meðan SAM var á beding, lótu nólsoyingar ikki ilt av sær, at Ternan fleiri túrar røkti farleiðina úr Klaksvík til Syðradals. Hetta sýntist sum virðilig loysn fyri báðar partar, havandi í huga, at Ternan er avloysaraskip.

 

Nú hevði eg sett mítt álit á SSL, at SAM ella Ternan tryggjaði okkum hóskandi møguleikar, eisini til fermingar-fyrireiking.

 

Tað var fyri mær sjálvsagt, at bilferja røkti farleiðina (nakrar túrar) dagin fyri fermingardagin, fermingardagin og avruddingina. Tvs., 4., 5. og 6. mai.

 

Sjálvsagt hevði besta loysnin fyri okkum verið, at Ternan kom higar og SAM fór til Skopunar hesar dagar.