ÚTGÁVA
Løtan saman við barninum og bókini er nógv verd, og nú er aftur ein nýggj bók komin til tey smæstu. Út at ganga er ein fitt, lítil bók, sum heilt vist fer at geva foreldrum nógvar góðar løtur saman við barninum. Anna-Clara Tidholm hevur skrivað og Niels Jákup Thomsen hevur týtt úr svenskum.
Lítla barnið veit um tað at fara út at ganga, lata seg í buksur, jakka og stivlar. Vegirnir eru ymiskir: Lítlir, sneiddir, beinir, uppeftir, langir - og allastaðni verður steðgað á og hugt at til dømis hundum, dunnum, gravimaskinum, bilum og so framvegis. At enda gongur leiðin sjálvandi heimaftur.
Høvundurin Anna-Clara Tidholm hevur fingið nógvar virðislønir fyri bæði hesa og fyri bókina, ið er skrivað á sama hátt. Hon eitur Banka uppá og kom út fyrr í heyst.
Út at ganga er 28 blaðsíður í litum og innbundin. Bókin kostar 49 krónur. Hestprent stóð fyri prentgerðini.