Upptakt
Tað var vorið sum smeitur, sum tvøramenn fingu, tá teir seinasta mánadag vóru í Klaksvík. Eitt stórtap upp á 7-0 varð úrslitið ta ferðina, og hóast tað altíð er trupult at spæla ímóti mest vinnandi liðnum í bestu fótbóltsdeildini, so høvdu uppflytararnir helst vónir um eitt betri úrslit enn hetta á teirri ferðini.
Skulu reisast
Tað eru tó ikki stundir at dvølja við slíkar hendingar, um tú skalt gera teg galdandi í bestu deildini. Nýggj og stór avbjóðing stendur longu nú fyri framman, tá B36 kemur á vitjan, og helst er farna vikan einamest nýtt til at fáa dystin í Klaksvík úr høvdunum á leikarunum, soleiðis at øll orka kann leggjast í hesaferð.
Og vónirnar um eitt hampuligt úrslit munnu heldur ikki vera heilt ongar á Tvøroyri.
Undir øllum umstøðum hevur tað aloftast verið so, at TB er munandi treiskari heima á Sevmýru, har teir í trúføstu áskðarafjøldini hava ein heimastuðul, sum fáum er unt.
Sum skilst er heldur ikki talan um fráveru av nøkrum slag undan dystinum. Tá vit fregnaðust hóskvøldið vóru allir mans tøkir, og so er tað upp til Zoran Mancic at gera av, hvørt kortini skulu blandast øðrvísi hesaferð, ella um teir somu ellivu sum seinast nú skulu hava møguleikan at reisa seg.
Fleiri skaðar
Í B36 var lagið ringt, sum vera man, eftir at teir vóru við undirlutan í grannauppgerðini móti HB. Hetta ger sjávlvandi, at tørvurin á stigum hesa ferð er enn størri, og teir ætla sær undir ongum umstøðum at missa fleiri stig móti uppflytarunum, eftir at teir í øðrum umfarinum spældu javnt á Skála.
Tað hevur tó verið stórt mannfall í árstalsfelagnum seinastu tíðina, og við evstamark okkara var framvegis ivasamt, hvørjar leikarar Piotr Krakowski kundi hava við sær til Suðuroyar.
Fótskaðin hjá Klæminti Matras versnaði, tá hann treiskaðist og kortini spældi við móti HB. Í tí dystinum noyddist Niels Joensen eisini av vøllinum við skaða, umframt at rumenski Din Sandu enn ikki til reiðar at spæla, eftir at hann í longri tíð hevur drigist við vøddaskað.
Hóast teir soleiðis eru nakað skerdir, so ugga teir í B36 seg við, at um sama mundi í fjør var støðan á leið hin sama.
- Eftir trý umfør høvdu vit fýra stig, meðan oddaliðið hevði fult stigatal, so støðan er júst hin sama, sum hon var í fjør, sigur liðskiparin á liðnum, John Petersen.
- Tað er tó ikki so, at vit longu nú hugsa um nakað FM-heiti, men tað kunnu vit so í øllum førum nýta, til at siga okkum sjálvum, at enn er nógv eftir at spæla um, og vit fara so í øllum førum eftir stigunum, sigur hann at enda.