Tú bert okkum boð um ein ljósari dag

Malmberg D. Olsen.

So fór grækarismessa aftur um bak. Hon varð hildin í stormi og kavaroki runt um í landinum, men hóast kulda og kava er tað vælkenda klippið aftur at hoyra yvir oyggjar okkara. Tað ber okkum boð um ein ljósari dag, har myrkrið má dvína fyri ljósinum. Í skrivandi løtu tykist, sum veturin stríðist ímóti vársins lívgevandi megi, sum kallar allan vøkstur fram, og sum hevur ligið í dvala undir vetrarins køldu mold. Hesin kampur ímillum kulda og varma kann gott vara aprílmánað út.
At veturin hevur kenst baldrutur, kann man nokk siga. Eg hugsi, at mong av teim eldru hava kent veturin tungan og langan, nú vit fara um grækarismessu við kavaroks ódn.
Men tað er ein givin natúrlóg, at eftir vetur kemur vár, - tað liggur nakað gott fyri framman, tí tað fer umsíðir at næla og spretta úr døkku mold.
Vit hoyra javnan um at pensiónistarnir koma saman at hugna sær við ymiskum tiltøkum ígjøgnum árið. Hetta má sigast at vera sera gott fyri tað aldrandi ættarliðið, at kunna stytta sær um stundir við samveru. Og nú gamla Dimma er blivin so handig og løtt, ger tað ikki verri fyri tey gomlu, at tyggja uppá hana eina kvøldarstund, tá kalt og kavi er uttandura. Tað er bara eitt paradoks, - man má blaða fram aftur á forsíðuna fyri, at sikra seg um tað er gamla Dimma ein hevur í hondini, nú hon er so lík hinum bløðunum.
Páskirnar eru í hondum, sum er ein av teim stóru hátíðunum, sum kemur eins og tjaldrið ár um ár við einum uppreisnarboðskapi yvir oyggjarnar. Har vit verða mint um ljósið og myrkrið, sum bardust um maktina, lygnina og hatrið, og øvundina, sum gjørdi sjálvan Pilatus í villareiði í sínum dómarasetri í Antonia borgini. Framman fyri honum stóð maðurin, sum hann onga orsøk fann til at dómfella. Orðafelli frá Heródus til Pilatus er ikki komið av ongum.
Hetta var ein avgerandi løta í lívi Pilatusar. Hjá Jóhs. 18 lesa vit um samtaluna millum Jesus og Pilatus. Pilatus er gripin av Jesu orðum um, at ríkið hansara er ikki av hesum heimi, eitt so heilt annarleiðis ríkið har ein ikki vinnur sær terreng við svørði, men við kærleikans og sannleikans megi. Tað hevði Jesus sjálvur prógvað ta tíð hann var ímillum sítt fólk. Pilatus var týðuliga ávirkaður av sjálvum sannleikans harra, sum hann stóð andlit til andlit við.
Hurðin fór upp í Antonia-borgini, Pilatus trein út fyri jødarnar: Eg finni onga orsøk at døma henda mann. Tað var jú av berari øvundsjúku og hatri at hann var førdur til Pilatus.
Tað vóru eisini bert nakrir fáir dagar síðan tað rungaði eitt Hosianna róp í Jerusalemsgøtum, - vælsignaður verði hann, sum kemur í Harrans navni. Bara Jesus visti, at aftanfyri hesi róp bíðaði krossur og grøv.
Valið ímillum sannleikan og lygnina. Fyri at gera fólkinum til vildar vildi hann lata Jesus fáa sløgini, tí so mundi fólkamongdin fáa medlidenheit við Jesusi. Síðan vildi hann lata hann leysan.
Luk.23-16.
Niðri í tí myrka fangarúminum sat ein manndrápari av ringasta slag. Har burdi hann verðið sitandi, men fólkamongdin slapp at avgera lagnu hansara henda dagin. Valið kom at verða ímillum Barrabas og Jesus. Ivaleyst hevur Pilatus roknað við, at nú fór hann at sleppa burturúr hesum drama?inum, men so var ikki, tí nú blivu myrkursins kreftir sleptar leysar við valinum av Barrabassi og tað rungaði eitt Krossfest, Krossfest í fólkamongdini, gev okkum Barrabas leysan. Sannleikin bleiv krossfestur á Golgata. Tað var myrkursins tími.
Tað stóðu mong við Golgata kross henda dagin, summi nær, onnur longri frá. Mundi Barrabass vera ein av teimun, sum eygleiddu mannin frá Nasaret, sum doyr í mítt stað.
Pilatus vaskaði sínar hendur, tá hann hevði ofra sannleikan og tað sigst, at hann endaði sínar dagar, sum ein sinnissvakur maður, har hann sat og vaskaði sær um hendurnar í teim Fronsku Alpunum.
Àsannað bleiv av teim rómverksu herhøvdingum, at sanniliga var hann Guðs sonur, tá hann gav upp andan og rópti tað var fullgjørt. Natúran prógvaði eisini við sínum myrkri, sum legðist yvir staðið Golgata hesa løtu. Sanniliga var hann Guðs sonur. Matt.27-45-53.
Myrkt ella ikki, men tað er ein ævigur sannleiki.
Men hann var særdur vára synda vegna og sundurbrotin vára misgerða vegna; okkum til friðar kom revsingin niður á hann,og av sárum hans fyngu vit heilsubót. Jesaja. 53.v 5.
Valgi er líka viðkomandi í dag Hvat velur tú?
Gleðilig Páskir í Jesu navn.