Tá Bones hermdi eftir DropBucket

- Í staðin fyri at seta seg í samband við okkum aftur, so settu tey sínar egnu DropBuckets í verk

Í hálvtannað ár hevur DropBucket, verið í drúgvum stríði við stóru donsku matstovuna, Bones, sum hevði stolið DropBucket-hugskotið til sínar matstovur. Aftaná eitt langt og kostnaðarmikið stríð í rættinum, fingu DropBucket í august endaliga staðfest, at tey høvdu vunnið rættarmálið.

 

Kopieraðu eina hálva millión eintøk

 

Plagiatsøgan byrjaði við, at DropBucket settu seg í samband við Bones við vón um eitt samstarv teirra millum. Bones hevði tá nøkur ruskíløt standandi á borðunum til sínar matstovugestir. Hugskotið um samstarvið snúði seg um at skifta hesi ruskíløtuni út við lítlar nýmentar Dropbucket, sum eisini kundu nýtast sum informatiónsskelti á borðinum.

 

- Tey í Bones vóru ordiliga spent uppá samstarvið. Men í staðin fyri at seta seg í samband við okkum aftur, so settu tey sínar egnu DropBuckets í verk, greiðir Heiða G. Nolsøe frá.

 

Bones náddi at framleiða nærum eina hálva millión eintøk av kopieraðu ruskíløtunum hjá DropBucket, áðrenn rættarstríðið var av.

 

Matstovan varð dømd til at beina øll ruskíløtuni burtur og steðga framleiðsluni av teimum. Haraftrat fekk fyritøkan bót og endurgjaldskrav uppá øll tey umleið 500.000 ruskíløtuni, tey høvdu framleitt.

 

Dávid ímóti Goliat: Handlaði um æruna

 

Heiða Gunnarsdóttir Nolse greiðir frá, at rættargangurin hevur kravt nógv og verið bæði drúgvur og dýrur fyri Dropbucket sum fyritøku. Men fyri DropBucket hevur hetta allatíð verið eitt prinsipielt mál, sum hevur snúð seg um at senda eitt signal um, at plagiat ikki er í lagi.

 

- Vit gjørdu hetta fyri at verja danskt-føroyskt design, og fyri at vísa, at tað ikki er í lagi, at stórar fyritøkur kopiera eitt produkt frá smærri fyritøkum. So einki er vunnið peningaliga fyri okkara viðkomandi - men tað er æran, sum er vunnin, sigur Heiða Gunnarsdóttir Nolsøe.

 

DropBucket er ein burðardygg einnýtis ruskspann, sum seinastu fimm árini hevur verið nógv at sæð á festivalum og tiltøkum í Evropa. Heiða G. Nolsøe hevur saman við Marie S. Berggreen ment DropBucket.