Týdning at varðveita IWC

Á árliga fundurinum millum danska og føroyska uttanríkismálaráðharran vóru mong ymisk mál havd frammi, ikki minst týdningurin av at varðveita IWC

Danski uttaníkismálaráðharrin kom til Føroya til árliga fundin millum uttanríkismálaráðharrarnar. Hetta hendir fáar dagar eftir, at føroyska uttanríkismálaráðið fylti ár, og tí var tað á fyrsta sinni ein føroyskur uttanríkismálaráðharri og ikki uttanlandsnevndin, sum var føroyski luttakarin.

Tá Per Stig Møller var lendur í Vágunum í gjár, gekk leiðin til Gásadals, har teir báðir starvsbrøðurnir hildu fund.

Á tíðindafundi í Tinganesi í gjár greiddu teir báðir uttanríkismálaráðharrarnir frá, hvat teir høvdu tosað um, og hvat var komið burtur úr.

Føroyski uttanríkismálaráðharrin, Jørgen Niclasen, segði, at eitt av málunum, ið vórðu umrødd, var spurningurin um atlimaskap í UNESCO.

- Eftir at vit hava fingið atlimaskap í IMO (maritimi felagsskapurin hjá ST) og FAO (matvørufelagsskapurin) fyrireika vit nú eina umsókn um atlimaskap í UNESCO, sum er mentanar- og undirvísingarfelagsskapurin hjá Sameindu Tjóðum. Og her hava vit fingið váttan fyri, at danska stjórnin stuðlar hesari umsóknini, sigur Jørgen Niclasen.

Eisini vórðu spurningarnir um ES og EFTA umrøddir.

- Tað er jú eingin loyna, at vit ynskja eitt tættari samstarv við ES, serliga hvat viðvíkur teimum fýra frælsunum, sum umfata frían flutning av fólki, vørum, kapitali og tænastum, sigur Jørgen Niclasen.

Hann segði eisini, at Føroyar ynskja eitt tættari samstarv við ES innan útbúgving, mentan og heilsu.

 

Sveits meiri positivt

Føroyska uttanríkismálaráðið arbeiðir eisini við at binda Føroyar tættari at ES á øðrum økjum.

- Vit hava í eini fimm ár arbeitt fyri at gerast partur av ES granskingarpakkanum, og sum tað sær út í løtuni, brestir fyri nevi hesum viðvíkjandi. Vit hava vónir um, at hetta kann gerast veruleiki longu í summar. Eisini á hesum øki fáa vit stuðul frá donsku stjórnini, sigur Jørgen Niclasen.

Eitt annað øki, har danska stjórnin eisini stuðlar føroysku ynskjunum, er royndin at koma við í europeiska loftferðslupakkan. Eisini á tí økinum sæst ljós fyri framman og vónin er, at ein avtala kann undirskrivast í ár.

Eisini tá talan er um EFTA limaskap sær heldur ljósari út enn tað hevur gjørt.

- Vit hava havt fundir við bæði Ísland og Noregi, og bæði londini eru positiv og vilja stuðla einum føroyskum limaskapi. Og á fundinum í januar við Sveits var tónin eisini meiri positivur, sjálvt um landið ikki gav nakra beinleiðis tilsøgn. Teir vístu á, at nakrar treytir skuldu uppfyllast, áðrenn ein limaskapur kundi koma upp á tal, og ein av hesum treytum er limaskapur í WTO, sum er altjóða handilsfelagsskapurin, sigur Jørgen Niclasen.

Eisini á hesum økinum fáa Føroyar fullan stuðul frá donsku stjórnini, og Per Stig Møller hevur eisini verið á vitjan í Sveits og Lichtenstein í tí sambandi fyri at slóða veg fyri føroyskum limskapi.

 

IWC

Eitt annað mál, sum eisini var uppi og vendi, var spurningurin um donsku støðuna til hvalaveiði. Og har vissaði Per Stig Møller føroyska starvsbróður sín um, at Danmark fór at fylgja ynskjunum hjá Føroyum og Grønlandi í spurninginum um hvalaveiði.

Nú hendi so tað óhepna í fjør, at Danmark í IWC (International Whaling Commission) atkvøddi ímóti føroysku og grønlendsku áhugamálinum, men komst hetta av, at danska stjórnin var í minniluta um tað mundið. Hetta er ikki støðan í dag,og tí kundi Per Stig Møller eisini lova, at danska stjórnin hesuferð fylgir føroysku og grønlendsku ynskjunum.

Og danski uttanríkisráðharrin helt har aftrat, at tað er av sera stórum týdningi, at hvalaveiða á burðardyggum grundarlagi verður loyvd.

- Verður tað soleiðis, at øll hvalaveiða verður bannað, eisini hon, ið er burðardygg, so spreingist altjóða hvalafelagsskapurin. Tá fara hvalaveiðilond at melda seg úr IWC, og so verður veiðan ikki bara óskipað og undir ongum eftirliti, tað fer eisini at føra við sær, at lond, sum í dag ikki reka hvalaveiði, fara at gera seg út til hesa veiði. Tí er tað av so sera stórum týdningi, at vit loyva burðardyggari hvalaveiði, sigur Per Stig Møller.

Av øðrum málum, sum vóru uppi og vendu, kunnu nevnast altjóða fíggjarkreppan, Afganistan og Russland, miðlinjan norðan fyri og sunnanfyri Føroyar og komandi umhvørvisráðstevnan.

Báðir uttanríkismálaráðharrarnir eru samdir um, at samstarvið landanna millum er sera gott, og teir trupulleikar, sum finnast, eru smáir og lættloysiligir.

Per Stig Møller fór aftur til Danmarkar á miðdegi í dag.