Týdningurin tyngdi

- Hetta var ein sera týðandi dystur fyri okkum, og tá verður talan sjádan um tað vakra honbóltsspæli, men heldur um ein dyst, har allir geva seg 100%. So eg hevði ikki rokna við so nógvum øðrum.

Og í dystinum høvdu tit tað tungt. Í øllum førum var StÍF á odda stóran part av teimum 60 minuttunum?

- Ja, men eg haldi kortini, at vit halda teimum væl. Vit hava sjálvandi okkara trupulleikar við at skora, hóast vit fáa møguleikar, men hinvegin fáa teir heldur ikki so nógv mál. Serliga tí Lars tekur so nógv av vengrunum hjá teimum. Vit hanga alla tíðina í.

Og sum støðan er í dag, so hevur tú ikki ráð at gevast?

- Nei. Sjálvandi er tað irriterandi, tá tú ikki fært mál, men tað er bara at renna retur, og so royna aftur næstu ferð.

Nú eru tríggir dystir eftir at spæla í endaspælinum. Er tað FM-finalan, sum nú stendur fyri framman?

- Tað vil eg ikki siga. Men vit hava tríggjar dystir eftir, og teir skulu vinna. So mugu vit fáa at síggja, hvussu tað spælir av.

Og verður Høgni Klein eisini við í teimum trimum dystunum?

- Tað veit eg ikki. Tað eri ikki eg, sum taki ta avgerðina, sigur grøni maðurin við 10-talinum á rygginum.