Tbilisi, Georgia: Í 12. manni eigur føroyska landsliðið ein góðan stuðul. Teir fylgja liðnum á mangari ferð og stuðla við sangum og rópum. Tað kemur tó fyri, at 12. maður ikki við.
Í Georgia er stuðulsfelagið hjá føroyska landsliðnum ikki umboðað, men tað merkir tó ikki, at eingin verður og rópar á liðið, tá føroysku leikararnir renna inn á vøllin á tjóðarleikvøllinum í georgiska høvuðsstaðnum Tbilisi mikukvøldið.
Tríggir suðuroyingar í Georgia
Hallur Sumberg, Gudmundur Djurhuus og Tommy Tausen búgva í hesum døgum á Hotel Marriott Courtyard í Tbilisi. Teir eru úr Suðuroy, búgva í Danmark men hava ferðast til Georgia fyri at fylgja landsliðnum.
– Tá eingin annar fer, so mugu vit fara, skemtar Hallur Sumberg, tá vit hittast í hugnaligu kaffistovuni á Hotel Marriott Courtyard mitt í býnum Tbilisi, har føroyska landsliðið skal spæla í annaðkvøld.
Gudmundur Djurhuus greiðir frá, at teir búgva í høvuðsstaðarøkinum í Danmark, og arbeiða allir á flogvøllinum í Kastrup.
– Til Georgia fer man ikki í tíð og ótíð. Tað er eitt spennandi land at síggja, og so høvdu vit allir frí hesa tíðina, so vit gjørdu av at fara, fortelur Hallur Sumberg.
So langt sum gjørligt
Hallur Sumberg hevur saman við Gudmundi Djurhuus ferðast nógv og langt við landsliðnum.
– Vit hava verið í Fraklandi, Luxemburg, Sveis, Litava og Týsklandi, sigur Gudmundur Djurhuus og reksar nøvini upp, har teir hava verið á landsliðsferð.
– Hetta er so longsti túrurin vit hava verið. Vit hugsaðu, at teir (landsliðið, blðm.) sleppur ikki longur, so nú fara vit, heldur Gudmundur Djurhuus fyri.
Vóru í Riga fyrst
Ferðalagið úr Føroyum hevði eina langa ferð úr Føroyum til Danmark, og umvegis Wien til Tbilisi. Teir tríggir suðuroyingarnir búgva niðri og flugu ikki akkurát somu rutu, men júst sum landsliðið millumlendi í Wien, gjørdu teir eisini av at millumlenda á vegnum til Georgia.
– Vit komu henda vegin yvir um Riga, har vit vitjaðu ein góðan vinmann í ein dag, áðrenn vit flugu higar, greiðir Gudmundur Djurhuus frá.
Fyrikomandi men fátøk fólk
Nú teir tríggir hava verið í Georgia í tríggjar dagar, hava teir gjørt sær nakrar eygleiðingar og metingar.
– Fólkini eru øgiliga fyrikomandi og blíð, men her er fátæksligt, ásannar Tommy Tausen, og Gudmundur Djurhuus leggur aftrat:
– Tað vísir seg, at hevur tú pengar, so fært tú tað gott, men hevur tú ongar pengar, so hevur tú tað ikki gott.
Satsa upp á javnleik
Teir tríggir suðuroyingarnir royna at uppliva fólki, býin og mentanina í Georgia meðan teir eru her, men eru sum vera man mest spentir upp á dystin mikukvøldið.
– Vit vóna at sensatiónin kemur hesaferð. Úrslitið móti Ukreina var heiðurligt, so vit kunnu eisini liva við einum 2-0 tapi her, sigur ein teirra, sum vit ikki fara at navngeva, áðrenn hinir báðir bróta hann av.
– Nei! Ein javnleik! So er tað sera gott, siga hinir báðir, meðan tann triðja nikkar samtykkjandi og leggur aftrat, at eitt lítið tap nokk eisini er í lagi.