Tí fór Jean Michel úr X-Factor

Fríggjadagin kom tíðindaskriv frá Danmarks Radio, um at Jean Michel, sum var í bólki saman við Nicoline Simone, hevði valt at taka seg úr donsku sangkappingini X-Factor. Sambært 24 ára gamla Jean Michel var orsøkin, at hann ikki longur hevði hjartað við í kappingini, og at persónligar umstøður gjørdu seg galdandi.

 

Nú eru keldur so frammi og siga, at veruliga orsøkin er tann, at Jean Michel klandraðist við 16 ára gomlu Nicoline Simone og mammu hennara.

 

Keldur hava sagt við BT, at Jean Michel og Nicoline Simone hava klandrast í longri tíð, og at tað serliga hevur verið svingandi humørið hjá Nicoline Simone, sum hevur verið ein trupulleiki fyri Jean Michel.

 

- Hann orkaði ikki longur trýstið og svingandi humørið hjá Nicoline Simone, sigur ein kelda við BT. Sambært eini aðrari keldu hava tað eisini verið trupulleikar millum dómaran Thomas Blachman og mammu Nicoline Simone.

 

- Tey hildu nógvan gang, og tað ljóðaði rættiliga álvarsamt. Tað er einki at ivast í, at orsøkin, til at Jean Michel hevur tikið seg úr kappingini, hongur saman við Nicoline Simone og mammuni, sigur keldan, sum er partur av X-Factor toyminum.