Tí fór Joe Allen úr Liverpool

Miðvallarin greiðir nú frá, hví hann valdi at skifta til Stoke.

Joe Allen, sum í síðsta mánaða skifti úr Liverpool til Stoke, greiðir nú frá hví hann valdi at fara úr felagnum, sum hann umboðaði í 91 dystum.


- Tá ið ein nýggjur venjari kemur, vónar ein sjálvandi, at ein kann gera tað gott og koma inn á liðið. Eg helt, at hansara (Jürgen Klopp, red.) spælistílur lá væl til mín, tað skuldi vísa seg ikki at passa. Við allari virðing, so var kappingin um pláss á miðvøllinum ígjøgnum alt kappingarárið eisini ov hørð fyri meg, so eg skal ikki klaga um nakað, sigur Allen við Daily Star.


- Eg ætlaði mær ikki at sita á beinkinum og rulla tumlar. Tað var ikki ein trupul avgerð at skifta, og eg iðri meg ikki. Eg eri spentur upp á framtíðina. Sum 26 ára gamal havi eg framvegis tey bestu árini eftir, og tey gleði eg meg til, sigur hann víðari.


Joe Allen, sum hevur fingið ein fýra ára sáttmála og kostaði 116 milliónir krónur, leggur afturat, at tað var ein stórur heiður at spæla við Liverpool, men at hann metir hetta vera røttu løtuna at fara víðari á yrkisleiðini.