Tú fært tað tú gevur

? Tað nyttar onki at fylla vitan niður í næmingar. Tað ræður um fáa tað, sum tey rúma, burtur úr teimum, sigur Anja Pálsdóttir, lærari á Venjingarskúlanum. Seinasta summar segði hon farvæl til ein flokk, sum var sera trupul, tá hon fekk tey. Men sum hon - við øðrvísi undirvísing, herðaklappum og rósi fekk eitt sera tætt samband við

Tað er ein dagur síðst í juni mánaði. Prógvhandan er á Venjingarskúlanum. 10.b er ein av flokkunum, sum fær prógv. Flokslærarin, Anja Pálsdóttir, reisist fyri at halda eina røðu fyri sínum næmingum. Tey seinastu orðini hon talar til tey sum teirra flokslærari.
? Hendan talan er mín kærleiksváttan til hvønn einstakan av tykkum, byrjar Anja røðuna.
So hvørt sum hon kemur longur og longur í røðuni, er tað greitt, at her er talan um ein heilt serligan flokk, sum hevur eitt heilt serligt samband við teirra flokslærara.
Ikki tí, tað er altíð nakað serligt millum flokk og flokslærara, men á ein ella annan hátt er hetta meira enn vanligt.
? Eg síggi ein flokk, sum er blivin væl fyri fakliga. Nøkur av tykkum vóru sannførd um, at tit onki dugdu og høvdu tískil givið upp. Somu næmingar hava prógvað, at við einum herðaklappi og nokk av rósi, er sjálvsálitið styrkt, soleiðis at tit í dag hava eitt prógv, sum tit kunnu vera errin av, sigur Anja Pálsdóttir.
Hon tosar eisini um, hvussu stolt hon er av flokkinum, sum fyri nøkrum árum síðani var ein sera trupul flokkur í allar mátar.

Sorgblídni
Tá Anja er liðug at tosa, sita fleiri við tárum í eygunum. Hetta má hava verið ein av teimum mest persónligu røðunum frá lærara til flokk nakrantíð. Men tað er eisini sorgblídni, sum ræður hendan dagin. Stundin er komin at siga farvæl við fólkaskúlan. Næmingarnir fegnast, men samstundis er alt tað kenda og trygga burtur.
Anja Pálsdóttir sjálv vil heldur ikki so fegin siga farvæl, men hon er lærari hjá teimum, og hon veit, at tey nú skulu út í lívið. Hon vil illa sleppa teimum, men hon má. Orsøkin til, at hesin flokkurin er nakað heilt serligt fyri hana, er ein long søga, sum hon fegin sigur Sosialinum, nú flokkurin er burtur úr skúlanum, og aðrir eru komnir til.
Hon er fegin um at hava upplivað hendan flokkin. Tað hevur verið læruríkt fyri hana eisini.
? Eitt havi eg so í øllum førum funnið útav. Tú fært tað, tú gevur. Vit vístu teimum, at vit vóru góð við tey, at vit trúðu uppá tey og lovaðu teimum at nýta teirra egnu gávur. Tað gav bonus, tí vit fingu tað fleirfaldað aftur, sigur Anja Pálsdóttir.

Uppgivin flokkur
Í 2000 kom Anja Pálsdóttir fyri fyrstu ferð at kenna hesar næmingarnar. Tann dagin hon kom inn í 7. b og bleiv teirra flokslærari.
Flokkurin virkaði als ikki í skúlanum. Næmingarnir vóru a-sosialir og fakliga støðið fevndi heilt frá botni til tops.
? Onkur av næmingunum vóru kanska bara á triðja floks støði, meðan aðrir vóru nærum tilreiðar til student, greiðir Anja frá. Fáir næmingar lógu mitt ímillum.
Saman við einum øðrum lærara, Mariu Tróndarson, gjørdi Anja av at royna at finna útav, hvat tað var, sum ikki virkaði í hesum flokkinum. Tær nýttu eina ørgrynnu av tíð og orku uppá at finna trupulleikarnar.
? Sigast skal at hetta var ein ógvuliga tungur flokkur við ógvuliga stórum og tungum trupulleikum ? ikki bara í skúlanum, greiðir Anja frá.
Tær báðar saman við hinum lærarunum hjá 7. b nýttu nærum eitt heilt skúlaár til at sosialisera næmingarnar.
? Tey høvdu onki sjálvsálit, og sjálvsvirðingin var burtur. Tey vóru ljót og órein við hvønnannan, so tað bar simpulten ikki til at undirvísa í flokkinum, sigur Anja.
Eitt av tingunum, sum tær løgdu dent á, var at finna tað, sum næmingarnir vóru góðir til, rósa teimum fyri tað og vísa teimum, at tær vóru góðar við tey.
Í røðuni til prógvhandanina fýra ár seinni segði Anja eisini, at næmingarnir høvdu megnað so ómetaliga nógv, sum gjørdi, at tey tann dagin kundu sita har sum ein ultra-sosialur og heimsins fittasti flokkur.
? Tí hvør hevði trúð tí fyri nøkrum árum síðani, tá lærarar flýggjaðu um háls og herðar út úr flokkinum, segði hon millum annað.

Smá mál
Anja og Maria settu sær fyri at royna at arbeiða nógv í bólkum við næmingunum. Tí einvegis undirvísing frá talvuni vísti seg beinanvegin als ikki at gera nakað sum helst.
? Tað bar ikki til. Har var onki samband við næmingarnar, sigur hon.
Tær fóru í holt við at tosa við hvønn næmingin sær. Sokallaðar næmingasamrøður, har tær spurdu næmingin, hvørjar hansara veiku ella sterku síður vóru. Her varð tosað um trupulleikar av øllum slagi eisini. Bæði fakligar, sosialar og persónligar trupulleikar. Hvat fyri trupulleikar tey høvdu heima ella við vinum. Hol varð sett á alt.
? Tað nyttar onki at undirvísa næmingum, sum hava trupulleikar. Tí tá blokera tey, sigur Anja Pálsdóttir.
Á henda hátt bar til hjá næmingi og lærara í felag at seta smá mál fyri næmingunum, so tey høvdu okkurt at arbeiða fram ímóti.
Anja sigur, at foreldrini vórðu somuleiðis inndrigin í hendan øðrvísi arbeiðsháttin, og sum heild tóku tey væl undir við honum.
? Vit nýttu ein undirvísingarhátt, sum verður kallaður problemvend undirvísing, har tú allatíðina arbeiðir við tvístøðum og roynir at fáa næmingarnar at arbeiða við ymiskum útfrá tí, greiðir hon frá.

Skapandi evni
Næmingarnir høvdu fingið sær leiklutir í flokkinum, sum vóru sera torførir at sleppa av við. Onkur var banditt, onkur tann stilli, meðan onnur vórðu happað av hinum. Nøkur vóru fullkomuliga steðgað upp, meðan onnur vóru destruktiv og skulkaðu hvønn kjans tey fingu til tað.
Anja og Maria fingu tikið nakrar av teimum truplastu næmingunum út úr vanliga tímanum í eina tíð. Tey fingu so undirvísing í einari aðrari stovu, meðan restin av flokkinum var í einari. Hetta bøtti munandi um støðuna, men kortini var tað ikki nóg gott.
Fleiri av næmingunum í flokkinum vildu sleppa at spæla tónleik. Hetta bar ikki til, tí onki hold var til tess. So Anja og Maria gjørdu av at loyva hesum næmingunum at nýta auluna til at spæla tónleik í, meðan tær arbeiddu aftan á skúlatíð.
? Tá hendi nakað, sigur Anja.
Tá næmingarnir sluppu at brúka teirra skapandi evni, fylgdi alt hitt við.
? Eg veit tað ljóðar ótrúligt, men tey byrjaðu at gera skúlating, tey blivu harmonisk og meiri seriøs í skúlanum. Tey tímdu meira fyri tað siga á ein annan hátt, sigur hon.
Hetta bleiv so eisini ein gularót, sum Maria og Anja nýttu í flokkinum.
Tað vísti seg so eisini seinni, at tað vóru sera mong í flokkinum sum høvdu serlig skapandi evni av ymsum slagi. Ikki bara til tónleik, men eisini handarbeiði og eitt nú ítrótt.
So skjótt sum tey sluppu at menna hesi evni, gekk alt annað betur eisini.
? Eg veit ikki, um tey fingu avreagerað ella hvat, men tað hjálpti, sigur Anja.
Og leggur afturat, at tað nyttar ikki at fylla vitan niður í næmingarnar, men heldur fáa tað, sum tey rúma, burtur úr teimum.
Anja og Maria arbeiddu sum sagt nógv í bólkum við næmingunum. Tær settu bólkarnar saman á ymsan hátt og arbeiddu við nógvum ymiskum evnum. Á henda hátt gjørdust næmingarnir sjálvi eisini varðug við, hvat tey dugdu best.

Ikki bara glans
Anja sigur, at nú ljóðar alt hetta so øgiliga gott, men hon er sólaklár yvir, at hesin undirvísingarhátturin hevði nakrar vansar.
? Eg haldi, at teir næmingarnir, sum vóru væl fyri fakliga, vórðu gloymdir í øllum hesum. Tað eri eg sera kedd av í dag, men ein er einsamallur við 24 næmingum, og tá klárar ein ikki alt, staðfestir hon og yppir øksl.
Hon royndi at eggja teimum fakliga vælfyri at arbeiða sjálvstøðugt, men sjálv heldur hon, at tey blivu gloymd.
? Eg bleiv so kedd, tá ein av teimum, sum ikki var so væl fyri tørvaði hjálp. Eg kundi ikki lata vera við at hjálpa teimum, sigur hon.
Ein annar trupulleiki er eisini, at tað krevur ómetaliga nógva tíð og orku frá læraranum at arbeiða á ein tílíkan hátt. Og viðhvørt tá tey vóru liðug við eina verkætlan, var bara ongin orka eftir.
? Tá var tað ein fór inn í flokkin og hevði púra vanliga læraraundirvísing frá pultinum. Men tað var við ringum tannabiti, kann eg siga tær. Men har var bara ongin orka eftir til nakað annað, hóast ein visti, at tað ikki gjørdi serligan mun, sigur Anja.

Stór broyting
Hóast flokkurin hjá Anju og Mariu batnaði á mongum økjum, so broyttist fakliga heildarmyndin ikki so øgiliga nógv. Nógv gjørdu stóra framgongd, og onnur ikki so stóra. Tað vil siga, at munurin frá teimum, sum vóru fakliga heilt væl fyri og til tey, sum ikki vóru so væl fyri, broyttist ikki.
? Men øll gjørdu framgongd, sigur Anja.
Samstundis hvurvu atferðatrupulleikar, og næmingarnir byrjaðu at virka sosialt, so ein kann bara ímynda sær, hvussu tað hevði verðið, um hesin arbeiðshátturin varð settur fyrr inn í hendan flokkin.
? Tað er ikki vist, at tað hevði virkað í einum og hvørjum flokki, men tað virkaði í hasum, og tí er tað so týdningarmikið, at vit finna útav, hvat børnini tíma og hava áhuga fyri, so tey eisini eru við til at mynda gerandisdagin, sigur Anja Pálsdóttir, sum eisini sum flokslærari upplivdi tað at leita eftir einum av sínum næmingum í gøtunum í Havn, tí viðkomandi hevði rúsevnistrupulleikar.
? Tað er bæði hart og strævið at vera flokslærari, tí ein knýtir seg so nógv til næmingarnar. Ein verður góður við tey, og á ein ella annan hátt átti eg tey, sigur hon.

Sorg
Tá flokkurin byrjaði aftur í 9. flokki var greitt, at hin lærarin, Maria, varð vorðin álvarsliga sjúk. Hon hevði fingið krabbamein og var tískil nógv burtur frá flokkinum. Men avloysarin kendi flokkin frá fyrr av, og hon kom væl inn fyri Mariu.
Flokkurin fekk at vita, at Maria var sjúk og var farin til viðgerðar. Anja prátaði nógv við tey um tað.
Men í desember fingu tey so at vita, at Maria varð send heim, tí læknarnir ikki kundu gera meira.
Anja fór inn í flokkin við einari køksrullu og segði teimum syrgiligu boðini.
? Tá kom alt møguligt fram. Onkur hevði ringa samvitsku, tí tey høvdu sagt eitthvørt ljótt og so framvegis. Men eg haldi, at tað hjálpti at tosa um tað, sigur Anja.
22. desember andaðist Maria, og tá var flokkurin í jólafrí. Men tey høvdu sæð hana stutt frammanundan, tá hon var við til árligu jólagudstænastuna.
Flokkurin savnaðist til jarðarferðina, og aftur varð nógv prátað um sorgina og missin.
? Eg haldi, at tey mentust nógv av tí. Tey blivu vaksin á ein ella annan hátt. Hetta var nakað, sum rakti tey øll, og tey lærdu at seta orð á teirra kenslur. Tað var eisini nakað, sum Maria og eg løgdu dent á í okkara arbeiði við teimum. Sansir, kenslur og at diskutera, sigur Anja.

Græt heima
Anja greiðir frá, at eftir at Maria var farin, hildu hon og avloysarin fram við at arbeiða á sama hátt við flokkinum. Heilt fram til prógvhandanina seinasta summar.
? Eg hevði tað ræðuligt við tankan um at skula sleppa teimum. Eg haldi, at eg hugsaði um tað í eitt heilt ár frammanundan, greiðir hon frá.
Anja var so fegin teirra vegna, at tey vóru liðug, men samstundis var tað sera torført hjá henni at sleppa teimum. Hon hevði verið so nógv um tey í fýra ár.
? Eg græt ikki í skúlanum, men tá eg var komin heim, tá græt eg. Eg var eisini við síðuna av mær sjálvari í fleiri vikur, greiðir hon smílandi frá.
Fleiri ferðir fangaði hon seg í at taka hornið og ringja heim til onkran teirra bara líka fyri at vita, um tey vóru okey. Men hon gjørdi tað ikki. Tó tosar hon við tey, hvørjaferð hon møtir teimum í býnum.
? Tey eru farin víðari, og eg eigi tey ikki, men sum flokkur og sum einstøk fara tey altíð at eiga eitt serligt pláss hjá mær, sigur Anja Pálsdóttir, lærari á Venjingarskúlanum.