Teitur Vágadal, limur í Sjálvstýrisflokkinum
-------
Eftir at verið í tí spennandi starvinum, sum tingbólkaskrivari hjá Sjálvstýrisflokkinum í gott ár, boðaði eg formanni floksins tann 30. nov, frá at eg ikki helt áfram sum tingbólkaskrivari.
Orsøkinar eru fleiri, men høvðusorsøkin er skilaleysi politikkur, sum samgongan hevur stungið út í kortini. Við skilaleysa politikki verður serliga hugsað um ætlanir við flatskatti, skatting av pensjón, og blokkbiddan.
Flatskatt ella skattareform?
Greitt er at skattareformur er alneyðugur, og má koma. Men hann má ikki skrumblast ígjøgnum útfrá einum vánaligum og ógrundaðum hugskoti. Skattalóggávan er frá ´83 og eru tað síðani tá gjørdar 65 lógarbroytingar. Ein so umfatandi lóg kann ikki skrumblast ígjøgnum av einari tilvildarligari samgongu, sum hendan samgongan er prógv um.
Skal skattareformur gerast, má tað vera eitt samt Løgting, og endaliga ikki eitt vánaligt uppskot útfrá einum ófullfíggjaðum hugaroki.
Skatting av pensjónum
Viðvíkjandi pensjón er tað púra burturvið at ikki samráðast við fakfeløgini fyrst. Bert fyri at typpa eitt fyribils hall á fíggjarlógini er ikki nøkur grundgeving. Ein so umfatandi broyting má ei heldur skrumblast ígjøgnum sum núverandi samgonga ætlar.
Fakfeløgini skulu hoyrast og takast við upp á ráð.
Fígging
Samgongan tykist at vera blind og deyv, men spurningur er um hon ikki manglar heila og hjartað, sum Sonja Jógvansdóttir vísti á leygardagin.
At fíggja við blokkbiddan og skatting av pensjón eru stutttíðarloysnir, sum eru so umfatandi at ikki er til at siga, hvat langtíðar úrslitið verður. Samstundis, sum at flatskattur verður lovaður!
Góða eyðnu
Eg vil ynskja fakfeløgunum og andstøðuni góða eyðnu við at stríðast ímóti samgonguni, tí at alt bendir uppá at tað verður eitt stríð. Tað tykjist ikki, sum at hetta er ein samgonga, sum hevur lært at skila á talu hjá vanligum fólki, sum Føroyar eru mest fólkaðar av.
Við oman fyrinevndu grundgevingum, vil eg ikki vera partur av hesari samgongu.
At Sjálvstýrisflokkurin er partur av hesari samgongu er eitt stórt mistak. Sjálvandi skal ein flokkur kunna ávirka so nógv sum møguligt, men at lata sálina fyri eitt sindur av vald er altíð ósunt.
Sosialliberla hugsjónin hjá Sjálvstýrisflokkinum er ikki til at síggja í samgonguskjalinum, og er tað ikki nóg góð grundgeving bert at fáa ein landstýrissess.