Á baksíðuni á Sosialinum leygardagin 18. januar 1975 stendur, at ikki færri enn 10 innbrot hava verið í Havn síðan 4. januar, upplýsir Hjalgrím Magnussen, støðleiðari á Politistøðini í Havn, fyri blaðnum. Brotið hevur verið inn í kioskir og handlar í býnum.
Støðleiðarin nevndir t.d. at mikunáttina varð brotið inn í kioskina hjá Poul Lamhauge á Vaglinum, har góðgæti fyri 400 krónur varð stolið, og fyrri í vikuni varð brotið inn í Mótabúðina í Sverrisgøtu, har nakrar taskur vóru stolnar.
Kelda: Sosialurin leygardagin 18. januar 1975