Tíggju ára gamal særdur av fýrverki

Ein smádrongur í danska býnum Skanderborg kom illa til skaða í síðstu viku av fýrverki, sum hann fann á vegnum. Hann gjørdist fjórða offurið fyri ólógligum fýrverki í Danmark

Tann tíggju ára gamli drongurin hevði funnið okkurt fýrverk, sum hann royndi at tendra. Men áðrenn dreingin vardi, brast fýrverki í hondini á honum. Bresturin var so harður, at drongurin fleiri fingrar. Eisini brendi hann seg í andlitið, beinið og bróstið.

Í fystu atløgu varð drongurin koyrdur á Amtssjúkrahúsið í Århus, men seinni varð hann fluttur til Universitetshospitalið í Odense. Hóast drúgva skurðviðgerð eydnaðst tað ikki læknunum at seta ein fingur áftur, sum varð funnin á staðnum beint eftir brestin.

Vakthavandi á politistøðini í Skanderborg kundi ikki upplýsa, hvat slag av fýrverki, talan var um. Tað kunnu vera restir av eini stórari rakett - ein miseydnað, men talan kann eisini verða um eina chrysantemumbumbu, tá bresturin var so ógvusligur, sigur hann.

Løgreglan í Skanderborg kannar vanlukkuna, sum higartil hevur verið tann ringasta í ár.