Jóannes Hansen
Allan Simonsen var sunnudagin á Svangaskarði og hugdi at B68 og B36. Seks spælarar, sum vóru við á venjingarleguni í La Manga, vóru á vøllinum, men landsliðsvenjarin gjørdist neyvan nógv klókari av tí, sum hann sá.
Venjarin fór aftur til Danmarkar í fyrradagin, og í gjár fekk umsitingin hjá FSF nøvnini á teimum átjan, sum í aðru viku skulu við niður til Liktinstein.
Allir teir seks, sum sunnudagin spældu á Svangaskarði, fáa landsliðsboð í hesum umfarinum. Vit kunnu ímynda okkum, at stríðið um síðsta plássið í álopinum hevur staðið millum Jákup á Borg úr B36 og Heðin á Lakjuni úr KÍ. Sunnudagin skoraði Heðin tvær ferðir í Sumba. Hann hevur verið væl fyri í undanfarnu steypadystunum, og tí man tað ivaleyst kennast sum eitt lítið vónbrot fyri hann, at Allan Simonsen ikki vísti honum álit hesa ferð.
Umframt teir seks, sum spældu á Svangaskarði sunnudagin, eru bara tveir aðrir úr heimligu kappingini úttiknir til vinardystin í aðru viku. Teir eru Rógvi Jacobsen úr KÍ og Jóhannes Joensen úr HB.
Útisetarnir væl mannaðir
So at siga allir útisetarnir eru tøkir á ferðini til Liktinstein. Annað undantakið er Hans Fróði Hansen, sum aftur hevur brotið óstbeinið. Í gjár varð avgjørt, at hann skal koma til Føroya at fáa læknahjálp. Hitt undantakið er Pól Thorsteinsson, sum júst er fluttur til Vál í Ís-landi. Tey trý leikbannini í HM undankappingini gera, at venjarin ikki roknar við honum fyribils.
Merkisvert er tað, at hesa ferð eru tíggju spælarar úr feløgum í Íslandi, Noreg og Danmark á landsliðnum. Hetta er fyrsta ferðin, at heimligu spælararnir eru í minniluta, men hetta er neyvan síðsta ferðin.
Teir átjan spælararnir, sum skulu til Liktinstein, eru Jens Martin Knudsen, Leiftur og Jákup Mikkelsen, Herfølge, sum eru málverjar, og Óli Johannesen, AGF, Jan Dam, B68, Jens Kristian Hansen, B36, Jóhannis Joensen, HB, Fróði Benjaminsen, B68, Allan Mørkøre, ÍBV, Henning Jarnskor, Válur, Øssur Hansen, B68, Julian Johnsson, Sogndal, Sámal Joensen, Leiftur, Rógvi Jacobsen, KÍ, John Petersen, B36, Uni Arge, ÍA, Kurt Mørkøre, Sogndal, Heðin á Lakjuni, KÍ og Todi Jónsson, FCK.
Landsliðið fer úr Føroyum flaggdagin, sum er týsdagin eftir páskir, dysturin verður spældur mikukvøldið 26. apríl, og hósdagin 27. apríl skulu spælararnir vera aftur í Føroyum, Danmark, Noregi og Íslandi.