Tíggjutals brandmenn deyðir í Teheran

Minst 30 brandmenn eru deyðir og 75 skaddir, eftir at eitt háhús, sum eldur var í, rapaði oman yvir teir í Teheran í Iran.

Minst 30 brandmenn eru deyðir og 75 skaddir, eftir at eitt háhús, sum eldur var í, rapaði oman yvir teir í Teheran í Iran.

 

Eldur kom í háhúsið, ein av hægstu bygningunum í Teheran í morgun. Bygningurin, sum er 17 hæddir høgur, hevur millum annað eina keypimiðstøð í niðastu hæddunum.

 

Eldurin kyknaði og spreiddist skjótt í bygninginum, og meðan brandmenn enn vóru í ferð við at sløkkja eldin, rapaði bygningurin oman yvir teir.

 

Minst 30 mans eru deyðir og 75 skaddir, men enn er óvist, hvussu nógv liggja undir leivdunum av bygninginum. Nógv fólk var í bygninginum, tá eldur kyknaði og óvist er, um øll sluppu út, áðrenn bygningurin rapaði.

 

Ikki er greitt, hví eldurin kyknaði, men illgruni er til gomlu og illa farnu elekstrisku skipanina. 

 

Tað var jødin Habib Elghanian, sum bygdi bygningin í 1962. Eftir iransku kollveltingina í 1979 varð Elghanian dømdur til deyða fyri at hava ov tætt tilknýti til Ísrael. Hann var ákærdur fyri njósning og skotin.