Býarmynd
Magnus Gunnarsson
Eftir 20 árum, frá 1950 til fyrst í 70-unum, tvífaldaðist fólkatalið í Havnini. Tann nógva ferðslan sprongdi allar verandi karmar. Hetta elvdi til stórar trupulleikar hjá íbúgvunum og kommunalu myndugleikunum, tí býurin var als ikki klárur at taka ímóti allari hesi ferðsluni og fólkavøkstrinum.
Í 1977 var Havnin eitt stórt arbeiðspláss. Tað sum órógvaði ferðsluna mest, var at alt økið í miðbýnum bleiv ruddað. Gomul hús og handlar oman fyri Føroya Banka vórðu tikin burtur, sum t.d. handilin hjá Carl hjá Vágaheina og Demmus, ið stóðu í Steinatúni.
Síðan varð Bøkjarabrekka gjørd. Hetta legði stórt trýst á ferðsluna í býnum. Øll ferðslan millum eystur- og vesturbýin gekk um Frantsabrekkuna, Káta Hornið og Áarvegin.
Hesa tíðina bleiv R. C. Effereøesgøta gjørd niðan á Háls. Hetta varð gjørt fyri at lætta um trýstið í býnum. Hesin vegur fekk stóran týdning fyri býarvøksturin, tí samstundis sum hann lætti um ferðsluna, gjørdi hann at samband fekst við tey stóru byggiøkini, har virkir og stovnar sum ikki rúmaðust niðri í gamla býnum, nú fluttu í størri virkisbygningar. Á miðstaðarøkinum á Hálsi var so smátt byrjað at seta virkisbygningar upp. Á Trapputrøðni komu SMS og Apotekið, í eysturbýnum stóð Eysturskúlin í gerð og stóra útstykkingin á Konmansmýru við 140 grundstykkjum bleiv útstykkjað. Fyri at koma til hesar útstykkingar bleiv Tjaldursvegur gjørdur millum R. C. Effersøesgøtu og Hoyvíksvegin. Hóast tað eisini bleiv útstykkjað á Ternuryggi, í Hoyvík og á Argjum, lógu umleið 200 umsóknir um grundstykkir hjá býráðnum.
1. juli 1977 var fólkatalið í Havnini 11.595. Tað vóru 3394 børn undir 16 ár. Pláss var fyri 130 børnum á vøggustovum og umleið 250 børnum í barnagørðunum. Í kommunualu dagrøktini vóru 90 børn. 2300 børn gingu í fólkaskúla, privatskúla og í framhaldsdeild. Tveir biografar vóru í býnum. Í 1976 høvdu teir sýnt 242 filmar fyri til-samans 169315 áskoðarum. Í Havnini vóru tá 94 framleiðsluvirkir.
Kelda: Myndablaðið Magn í 1977