Út í heim við Rás2

Í morgin frá 14.30 til 16.30 sendur Rás2 beinleiðis frá stórari ferðarvinnuáðstevnu í SMS Leygardagin verður stór ferðavinnuráðstevna í SMS, ið Atlantsflog skipar fyri.

 

Umboð fyri ferðskrivstovurnar í Føroyum verða á torginum í SMS, og greitt verður frá møguleikunum hjá føroyinum at sleppa út í heim.

 

Undirhalda verður sjálvsagt eisini á skránni. Jógvan Hansen, Uni Debess og Trøllapætur verða á torginum í SMS, og meðan tónleikurin er í hásæti, fáa vitjandi høvi at spyrja seg fyri í teimum ymsu básunum.

 

Rás2 sendur beinleiðis frá tiltakinum, og prátað verður við tær ymsu skrivstovurnar, umframt teir tónleikararnir, ið standa fyri undirhaldinum.

 

Rás2 - títt ferðaradio