Í stovunum kring landið vóru tað helst fleiri sum undraðust, hvat tað var fyri eitt sár, Anna Nygaard hevði á høkuni, tá hon sang seg víðari í X Factor-kappingini í kvøld. Danska BT hevur svarið á heimasíðu sínari. Har stendur at lesa, hvussu hon hálvtannað døgn undan upptøkunum, DR vísti í kvøld, datt í einum trappum.
? Eg hevði verið til eitt innflytingargildi og hevði dekan ov høgar hælir. Tá eg skuldi heim datt eg millum sjey og átta trin oman eftir trappuni, sigur Anna við bt.dk. Anna leggur sambært bt.dk dent á, at hon ikki hevði drukkið alkohol.
Men hon endaði so á skaðastovuni, og har varð við røntgenmyndum staðfest, at hon einki hevði brotið.
Anna greiðir bt.dk frá, hvussu hon stúrdi fyri, at hon ikki fór at megna at syngja, men við pínustillandi tablettum megnaði 18 ára gamla gentan úr Runavík at syngja seg víðari í X Factor 2010.