Abbasonurin, Heri, festi søguna hjá Sigurdi á band veturin 1988-89, og var hon prentað í FF-blaðnum í fleiri pørtum í 2002. Ì hesi Miðviku verður endurgivin samandráttur av søguni um, tá ið Sigurd lat “Vón” byggja.
Í sambandi við “føðingardagin” er øll frásøgnin úr FF-blaðnum prentað við nógvum áhugaverdum myndin, og er hon tøk hjá áhugaðum.
Sigurd Rudolf Frants Simonsen varð borin í heim í Sandavági 23. august 1912. Hann var sonur Honnu Suffíu, fødd Joensen, úr Gásadali, og Petur uppi í Húsi úr Sandavági. Sigurd var yngstur av 9 systkjum. Hann fór fyrstu ferð til skips 13 ára gamal á vári í 1925 við "Seagull", sum hann var við fyrstu árini.
Sigurd varð giftur við Marthu, fødd Joensen, úr Jógvanstovu í Leirvík. Tey fingu 9 børn, 5 døtur og 4 synir. Á vári 1936 tók Sigurd stýrimansprógv í Havn. Tað var veturin 1936-37, at ætlanin um "Vón" sá dagsins ljós, og greiðir hann soleiðis frá:
Kjølurin lagdur í 1939
Í 1939 fór "Vón" í gerð. Kjølurin bleiv lagdur 15. juli. Arbeiðið gekk væl at byrja við. Tað vóru um 22 mans, sum bygdu "Vón". Ein bróðursonur Jógvan í Skálum, smiðjumeistara á skipasmiðjuni, skar øll bondini við maskinuni. Amboðini at byggja við vóru eingi. Tað var bara ein sveittakista og ein sag, har var einki annað. Men tá ið teir høvdu bygt "Vón" í 9 mánaðir, var komið langt á veg.
Fyrsta lánið tók eg so í Fiskaríbankanum. Teir kravdu eina trygd uppá 10.000 kr. Tá týskarnir leypa á Pólland 1. september 1939 hendi tað, at Hilbert, amtmaðurin, sum umboðaði Fiskaríbankan í Føroyum, steðgar byggingini, tí hann vildi ikki gjalda út meiri pening av láninum. Tá vóru 2 ratur eftir. Eg mátti so útvega hesar pengarnar.
Ringt at útvega fígging!
Eg gekk so frá manni til mann, men fekk "nei" allastaðni, har eg kom. Eg fór eisini til Andrass Samuelsen, løgtingsmann, nú eg búði í Fuglafirði, men hann kundi einki gera. So sigur Kjartan Mohr við meg: "Eg skal siga tær eitt, Sigurd, tú skalt fara í Føroya Banka!" Eg fari so í Føroya Banka og fái avtalað tíð við danska stjóran, sum forhánisliga sigur: "For det første tror jeg aldrig nogen sinde, at færinger kommer til at bygge skibe, og for det næste er Deres egenkapital alt for lille!" Tað endaði við, at eg og bankastjórin gjørdust rúkandi ósamdir, so har spurdist einki burtur úr.
Torstein Petersen var stjóri í Sjóvinnubankanum, men har fekst heldur eingin peningur í fyrsta umfari. Eg búði tá hjá Louis Zachariassen, kendur politikari, og eg greiddi honum frá støðuni. Tá sigur hann við meg: "Farið tygum einaferð aftrat oman í Sjóvinnubankan, og um stjórin aftur noktar, so skulu tygum bara koma til mín!" Eg fór so og royndi einaferð aftrat. Tá bar til at fáa játtað eitt lán uppá 10.000 kr. frá Sjóvinnubankanum.
Tórstein Petersen spyr seinni, hvat eg skuldi brúka skipið til? Tá hevði eg avgjørt, at talan skuldi vera um troling og sildafiskiskap.
Jørgensen var góður!
Eg mátti nú útvega 5.000 kr. kontant til bankan sum eginpening, so nú var eg aftur í dýrastu neyð.
Eg sigi hetta við Kjartan Mohr, og hann bað meg fara út til Jørgensen, stjóra á Balslev og Co. Hesin Jørgensen var ein tiltikin fittur maður. Eg fór út til hansara, og tað var ein fantastiskur munur at tosa við hann. Hann bjóðaði seg til beinanvegin at garantera fyri 5.000 kr. Torstein Petersen vildi hava eina skrivliga játtan. Men tá møtti Jørgensen upp. Hann segði, at hann skuldi standa inni fyri, at skipið skuldi koma í rakstur. Og varð talan um kontantar pengar, so kundi hann altíð garantera fyri 10.000 kr., og hetta játtaði hann skrivliga. Tíðin gongur, og støðan við krígnum versnar.
Hetta gjørdi, at tað var nógv teir á skipasmiðjuni ikki kundu útvega til skipið.
Eg átti bæði motorin og ljósmotorin. Motorpassarin, Sofus Eliasen, náddi eisini heim í evstu løtu. Hann hevði verið niðri á Bukh-motorverksmiðjuni í Danmark. Eg skuldi gjalda fyri uppihaldið hjá honum niðri í Danmark. Men tað gjørdist óneyðugt, tí longu eftir 8 dagar fekk hann fulla løn frá stjóranum hjá Bukh, so nógv hildu teir av honum á verksmiðjuni.
Motorurin kom við farmaskipinum "Grenaa" á Havnina 4. apríl 1940, beint áðrenn sambandið millum Føroyar og Danmark varð slitið.
Eg hevði forpliktað meg yvir fyri fiskaríbankanum, har eg tók fyrsta lánið, at eg skuldi installera motorin sjálvur. Eg metti, at Sofus Eliasen og Blábjørg vóru bestu menninir, ein kundi fáa til hetta í øllum Føroyum!
Skipið til sølu!
So við eitt hoyri eg, at skipið er til sølu! Kjartan Mohr vildi selja skipið, 2 ratur manglaðu at gjalda. Eg fór so beina leið út á skrivstovuna hjá honum. Eg vísti honum á, at hann kundi ikki selja eitt skip, sum ikki varð liðugt bygt! "Tú hevur ikki amboðini til at gera skipið liðugt við, har er einki akkersspæl, tíansheldur trolspæl!" Eg fari so til Jógvan í Skálum og biði hann siga mær, hvat eg skyldaði.
Samlaða útrokningin hjá Jógvani vísti, at eg skuldi gjalda 23.700 kr. Hvar skuldi eg fáa henda pening?
Ein dagin eg kom av sjúkrahúsinum, stóð ein maður uppi á vegnum og hugdi oman yvir "Vón". Eg stillaði meg við síðuna av honum. Talan var um ein fínan mann, og hann sigur á íslendskum: "Ágæt sildarskip!" Eg sigi við hann: "Vilt tú leiga tað?" "Ja" svaraði hann: "Half and half!" "Nei, nei", svaraði eg: "Eg má fáa alt kontant!" So sigur hann, at um eg var áhugaður, so skuldi eg bara koma heim til hansara sama kvøldið, og eg so gjørdi.
Eg útgreinaði støðuna fyri honum, at eg mátti útvega 23.700 kr. Men íslendingurin kundi ikki fara upp um 20.000 kr. í leigu fyri skipið. Hann telegraferaði til "Alliance" í Reykjavík, tí hann var teirra umboðsmaður. "Alliance" varð eitt stórt reiðarí, sum átti einar 8-10 bátar, og haraftrat 2 verksmiðjur. Eg segði so við íslendingin: "Um eg fái 20.000 kr. frá tygum, kunnu tygum so ikki taka skiparalønina í pant fyri rest, 3.700 kr!" Jú, mín sann, hetta gekk hann við til. Pengarnir vóru klárir í bankanum beinanvegin.
So varð aftur byrjað at byggja skipið liðugt, tí nú fekk Kjartan Mohr sínar pengar. Tað gekk óføra væl at byggja skipið liðugt. Menninir, ið bygdu "Vón" vóru veldiga góðir handverkarar. Jógvan í Skálum leiddi alt arbeiðið.
Installeraðu motorin
Skipasmiðjan hevði einki við motorin at gera, teir gjørdu bara klossarnar. Sofus Eliasen og Blábjørg settu motorin í, og eg gekk teimum til handar. Ísetingin av motorinum kostaði 1.500 kr. Motorurin var ein veldigur "Bukh diesel", 240 hestar! Tað gekk skjótt við motorinum, vit hivaðu hann upp við einum gomlum krana, sum var hondvundin. Sofus hevði álit á, at skipið stóð beint og at tað ikki var nakar skeivleiki á skipinum. Alt bleiv gjørt klárt, áðrenn skipið bleiv flotað. Tá vóru bara boltarnir eftir millum motorin og aksilin. Alt vísti tað seg eisini at vera í lagi, tá ið samanum kom. Hetta vóru menn, sum “bara” høvdu verið motorpassarar, sum átóku sær at installera motorin
Føroyingar brúktu tá bara 2-takts-motorar, og var ein Bukh-motorur ein triðing dýrari enn hesir 2 til 2-takts-motorarnir. Skuldi eg havt ein stóran 2-takts-motor umborð á "Vón", so hevði nógv pláss farið til oljutangar, tí teir brúktu so nógv meira brennievni.
Nógv manglaði!
Skipið bleiv so gjørt klárt uppá allar mátar, men har manglaði rættiliga nógv. Eingir oljutangar vóru. Vit funnu ein gamlan tanga, sum lá úti í Álakeri. Vit royndu hann fyrst, og hann lak ikki. Tá var dekkið ikki lagt í. So sigur Jógvan í Skálum við meg: "Hvat heldur tú um at fara at skera ein bjálka av?"
"Tá fari eg at gráta", svaraði eg: "At skera ein bjálka av fyri at fáa tangan niður! Men vit mugu hava tangan umborð, tí vit mugu hava so frægt av brennievni, at vit vinna til lands, um tað gerst ódnarveður." Vit skóru so ein bjálka í kahúttini og settu oljutangan í bakborð. Ljósmotorurin varð settur fremst í stýriborð. Motorurin var tipp-topp, har var alt, sum skuldi vera, lensipumpa og alt møguligt, umframt eina veldiga sterk spulipumpu.
Fyri at sleppa á sildaveiðu settu vit øll segl til. Ein vansi var, at vit høvdu einki akkersspæl. Einasta, eg fekk fatur í, var ein talja, so um vit koyrdu akkerið út, so kundu vit fáa tað upp aftur við taljuni. Men so kom Kjartan Mohr við einum gomlum spæli, sum kundi handdragast. Spælið bleiv so sett á dekkið og spíkað við tveimum spíkarum í hvørt holið har frammi. Tað var fyri tann skuld, at Skipaeftirlitið skuldi góðkenna hetta. Tá vit so høvdu sjósett "Vón", tá bleiv sett "fullspeed" á motorin. Eg var so mikið spentur, at eg svav ikki í fleiri samdøgur, tí motorurin mátti vera í lagi. Fingu teir hann í gongd, Sofus Eliasen og Blábjørg, so vóru teir gull verdir. Og tá vóru teir stinnastu menn í Føroyum á hasum økinum.
Av bakkastokki!
So nærkaðist dagurin, tá "Vón" skuldi av bakkastokki. Eg var so spentur dagin fyri, at eg tordi ikki at vera umborð. Eg gekk og mól á keiini hjá skipasmiðjuni.
So nú fer motorurin í gongd mitt um náttina, tað var ein sæl løta, tá eg hoyrdi hetta pena motorljóðið. Eg gjørdist so glaður, at eg fór at gráta av gleði, og eg takkaði Harranum fyri alt hetta her. Tá var tað eingin, sum kundi steðga mær!
Tað vóru nógv fólk hjástødd tann 15. juni 1940, tá "Vón" fór av bakkastokki. Eg vildi hava Dennu Mohr at doypa "Vón", og hon so gjørdi. Og so fór motorurin í gongd, hann skuldi ganga so og so nógvar tímar í tómgongd. Teir lótu hann ganga, og vit skiftust at halda vakt. Ein lítil ovnur var í kahúttini, so vit høvdu hita, har vit lógu á beinkinum. Í lugarinum vóru bara koyggjur, og frammanfyri lugarið var kabússin. Samanlagt vóru 12 koyggjur í lugarinum.
"Vón" var ógvuliga sjógott skip. Hevði eg gjørt hana í dag (1989), so hevði eg sett slengrikjølar á hana beinanvegin. Hetta talaði eg ofta um við Jógvan í Skálum, men hann var einki við uppá tað. Eg frætti tó seinni, - eftir at eg hevði mist "Vón", at tá hevði Jógvan gjørt slengrikjølar til "Vón", tí hon rullaði so illa, at eingin vildi fara við henni.
Men "Vón" var eitt framúrskarandi skip. Tað kundi gera tað sama, hvar tú vendi ímóti storminum, hon var altíð tann sama, eitt veldigt skip! Og sterk var hon. Í 1950-unum uppi í Grønlandi rendi ein 80-tonsari inn í bakborðsíðuna á "Vón". 80-tonsarin mundi sokkið, meðan "Vón" bara hevði nakrar splintrur á lúnningini.
So fóru vit royndartúr 19. juni, og vit sigldu norður til Áir, har løgdu vit at. Við vóru m.a. Sofus, Jacob Oluf (á Lakjuni) og Poul Andrias (Vørðhamar). Royndartúrin gekk "Vón" 14 míl.
Endiliga avstað
Kríggið hevði elvt til, at skipið ikki gjørdist fullkomið. Men eg metti so tað, at har var eingin vandi fyri mannalívi, tað var tað einasta, eg tvíhelt um. Skipið kundi vera illa útgjørt, men skipið var gott, og tað var sterkt. Tað hevði so stóran motor, sum einki annað skip á Føroya landi hevði tá.
Men vit sluppu so ikki avstað, fyrr enn farið var út um midnátt. Skipasýnið líkaði ikki, at vit høvdu gjørt bakka í staðin fyri sprit. Tí tað var bygt, sum "sejlskib" við "hjælpemotor". Men tá var einki at gera hjá sýnsmanninum, tí tá var bakkin gjørdur. Og so fóru vit endiliga avstað, hin 24. juni 1940!
"Vón" fór til sildafiskiskap í Íslandi. Á veg til Íslands løgdu vit inn á Sandavág at sýna bygdarmonnum mínum hetta stolta farið fram.
Ynskt verður ættini góða eydnu við tiltakinum í morgin. Eri so heppin so við og við at vera komin at kenna nógv av teimum.
Komandi partur
Hetta er fjórða Miðvika henda mánaðin. Tí kemur Miðvikan aftur um tvær vikur. Tað verður um eitt syrgiligt 90 ára minningarhald