Tá ið Skarstein fórst: Søgan um eitt sjólát sum gjørdist løgtingsmál

Tað er kent, at føroyingar vóru ikki væl viðfarnir av donskum myndugleikum undir Grønlandi í 1930-árunum. Hetta kom ikki minst fram, tá ið Skarstein forlisti í 1932

Grønland hevur stóran part av farnu øld havt stóran týdning fyri Føroyar og føroyska fiskivinnu. Taka vit eitt ár sum 1934 vóru 110 før­oysk skip við tilsamans 2.500 fiskimonnum undir Grønlandi.
So løgið er tað, at meðan før­oy­ingar hava mist mong skip við “mann og mús” undir Íslandi, so er einki skip forlist við allari mann­ingini undir Grønlandi, hóast hetta farvatnið skuldi verið nógv vanda­miklari.
Men fleiri ferðir hevur tað ver­ið nær við, at stóra vanlukkan kundi hent. Eitt dømi um hetta var Blith­some í 1935.
Tað er tó hendar einstakar van­lukkur við tapi av mannalívum í Grøn­landi.

Kendu seg illa viðfarnar við Skarstein
Málið við Skarstein, ein slupp av Tvøroyri, fekk nógva umrøðu í bløð­unum, og var tað bæði fyri og ímóti.
At manningin føldi seg illa við­farna sæst í greini í Tingakrossi 28. september 1932. Her skulu takast brot úr hesi grein, har manningin greiðir frá tí sum hendi:
Í juni mánað í ár fóru vit av Tvør­oyri við Skarstein at søkja okkum vinnu við Grønlands fjarskotnu strendur. Alt gekk væl í lag, og seinra­partin í august høvdu vit veitt 59.000 toskar. Men dáttliga sóu vit, at skipið hevði fingið stór­an leka, uttan at vit vistu, hvat at­voldin var. Vit hildu henni tó gott lens við pumpunum, men tær máttu drívast við handakraft, tí motorurin hevði verið í ólagi alla tíðina, og stutt frammanundan var hann heilt steðgaður. Dagin eft­ir var ódnarveður við stormi og kavaælingi, og nú øktist lekin brádliga so tað bert við at pumpa við lív og deyð eydnaðist at halda skipinum flótandi. Allir vóru sam­sintur um at søkja fyrstu havn so skjótt siglandi var, men tað vardi eitt heilt samdøgur, áðrenn veðrið linkaði og til alla vanlukku gekk onnur pumpan fyri, so nú var einki at gera uttan at taka neyðhavn við fyrsta land, um lív skuldi bjargast.

Sjólátnir á oydnari oyggj
Tá vit høvdu siglt nakrar tímar komu vit móti eini oyggj, men vegna brim var ikki lendandi har, fyrr enn vit komu í læ av henni. Vit rýmdu nú av skipinum, sum sakk ikki langa tíð aftaná. Tað mesta av klæðunum og eitt sindur av mati fingu vit tó bjargað. Oyggin var óbygd, og fyri at varskógva, um fólk búðu í oyggjum, sum lógu inn móti meginlandinum, settu vit ein bumm upp við tveimum fløggum á, tí vit vóru ikki heilt vísir í, hvar vit vóru staddir.
Um náttina var stormur og regn, so vit vóru illa komnir á holdi av kulda í okkara rennvátu klæð­um. Eisini vóru vit illa tuskaðir framm­anundan av at pumpa uttan steðg fleiri samdøgur. Einki skjól var at finna á oynni.
Móti morgni sóu vit ein grøn­lend­ara koma rógvandi í kajakk út til oynna. Hann hevði verið á kópa­veiðu og hevði borið eyga við fløgg­ini. Hann beyð sær til at veg­vísa okk­um til næstu bygd, og tá vit høvdu róð í 10 tímar, komu vit til bygdina Kangek í Godthaab­fjørð­inum, ið liggur okkurt um 8 sjó­míl frá Godthaab. Har fingu vit pláss á loftinum í eini kirkju, men maturin, vit fingu, var út av lagi vánaligur: svart breyð, einki marg­arin, og tevatn. Fólkini umbóru seg við, at tey áttu einki betri at bjóða. Men tað løgdu vit einki í, tí vit uggaðu okkum við, at tá vit komu til høvuðsstaðin Godthaab – resi­dens­staður landfútans – mundu vit iva­leyst fáa alt okkum tørvaði og meira til. Men brátt skuldu vit vakna við kaldan dreym.
Í fíggindahondum
Boð varð sent til Godthaab, at vit vóru í Kangek, og morgunin eftir kom fútin sjálvur í einum stórum og stásiligum motorbáti og flutti okkum til høvuðsstaðin. Nú hildu vit allur vandi fór at vera lokin, men tað bleiv tvørturímóti.
Vit fingu høli í einum missións­húsi, men seingjarklæðir ella teppir var ikki talan um at bjóða okkum og hvaðna minni fingu vit turr klæðir at skifta við tey gjøgnubloyttu, vit høvdu verið í, frá tí vit sjólótust. Í eitt og alt fingu vit at kenna, at vit vóru komnir til fíggindar, vit sum av lagnuni vóru slongdir inn um Grønlands kinesiska múr. Heilt at latast okkum rekast fyri lút og kalt vatn vágdu teir stýrandi ikki, men teir royndu at gera okkum Helviti so heitt – ella rættari – kalt – sum teir kundu.
Ætlanin hevur væl verið at ræða okkum og landsmenn okkara við hesi ringu viðferð, tí tað kundi kanska minka um hugin hjá før­oy­ingum at krevja fleiri rættindi í Grøn­landi.
Vit fingu álagt treyt frá fútanum ikki at fara útum dyrnar aftaná kl. 10 um kvøldið. Maturin, sum vit fingu, var sum harragud veit.
Ikki var tað tí, har var almikið av øllum góðum, tí Disko, rutuskipið millum Grønland og Danmark, hevði verið har nakrar dagar framm­anundan.

Heimferð sýtt
Kol fingu vit, men tá vit bóðu um petroleum til at kyka við, var svarað, at tað var ovmikið brandfarligt fyri okkum at hava um hendi!
Tá tríggir dagar vóru gingnir var greitt, at her mátti gerast nakað.
Vit royndu so at fáa fútan at fáa Hvidbjørnen at flyta okkum í hvussu er til Reykjavíkar. Men hetta bar ikki til, tí Hvidbjørnen skuldi ansa eftir norðmonnum! Kosturin var reinur fongsulskostur.
Tá vit bóðu hann um eitt sindur av kjøti til døgurðamat var svarið, at vit kundu fara at skjóta okkum tað sjálvir ella fara til útróðrar.
Vit fingu so tvey franskbreyð sendandi annan hvønn dag, men hvat kundi tað røkka til 20 mans! Ein dagin fingu vit flesk, men tað var so lítið, at tað rakk bara til helvtina av manningini.
Fútin sendi okkum teppir at sova í aftaná fýra dagar, sum vit høvdu verið noyddir at sova í vát­um klæðum og við oljuklæðum at halda varmanum.

Óblíð fráferð
Fjórða dagin fingu vit boð frá fút­­anum, at vit skuldu verða heim­sendir við ymiskum føroyskum skip­um. Samstundis læt hann okkum vita, at 8 mans máttu gera seg til at fara avstað til Føroyingahavnina næsta morgun.
Morgunin eftir um hálvgum fimm tíðina kom fútin og sjefurin á Maagen eftir hesum monnum. Seks vóru til reiðar beinanvegin, men tveir fimtan ára gamlir dreingir vóru ikki vaknaðir.
Fútin kom buldrandi inn og tók teir beinkirnar, dreingirnir svóvu á, og endavendu teimum, so teir fóru bólt­andi eftir gólv­inum, sam­stund­is sum hann leikaði í sum eitt ørt. Teir sluppu ikki at fáa sær ein drekkamunn.
Tað var ikki løgið, um teir grótu. Hetta var teirra fyrsti túrur til skips og høvdu enntá verið í lívsvanda.
Sjefurin á Maagen, kendur fyri sítt ídni at jagstra føroyingar í Grøn­landi, legði okkum á ferðini til Før­oyingahavnini undir at vera bandittar.
Vit høvdu nú livað uppá vatn og breyð í átta dagar, tá vit eisini sluppu til Føroyingahavnina. Har blivu vit hjartaliga móttiknir av øll­um og komu á ymiskum skipum í øllum góðum til Føroya aftur.
Vit hava alt gott at siga um grøn­lendingar, vit vóru í sambandi við.

Øsing ella...
Hetta var sjálvsagt nakað fyri Tinga­kross, sum tók hetta sum enn eitt dømi um, hvussu føroyingar vóru viðfarnir í Grønlandi. Serliga verður lagt eftir landfútanum Swane. Hann er ein gamal kenningur frá teirri tíðini, hann var amtsfulltrúi í Havn. Víst varð á, at mangur mundi enn minnast hansara ófólkaliga og ivaleyst ólógliga atburð við norð­manna­vitjanina í 1928, tá hann bann­aði Havnar Býráð at flagga fyri gestunum við norskum flaggi, so tað mátti bindast og neglast at stongini til skomm fyri danska embætisvaldið. Swane tyktist ikki at vera batnaður síðani tá.
Greinin í Tingakrossi varð skriv­að av Poul F. Joensen, og tað er neyvan nakað at ivast, at tað var gjørt ivaleysa nógv av. Samb. konu skiparan hevði hann eisini sagt, at nú ráddi um at sverta danir mest møguligt. Tað eru eisini nógvar ósak­ligar vendingar í hesi skriving, sum lættliga kundu øsa lesarar, sum t.d. at eingin danskur hundur hevði skoytt um matin, menninir fingu!
Skiparin hevði tó upprunaliga váttað, at tað var nakað um tað, sum varð ført fram.
Onkrir leysir endar hava verið, og stjórin fyri grønlandsstýrinum Daugaard Jensen vísti eisini ákær­unum í hesum máli aftur.
Men hetta blíðkað ikki Tinga­kross, sum nýtti høvið til at greiða frá øðrum donskum syndum móti føroyingum í Grønlandi.
Eitt dømi var skonnartin Sanna úr Vági, sum hevði fingið motor­skaða. Tveir boltar vóru brotnaðir í motorinum. Hetta kundi ein jarn­smiður greiða eftir eini løtu. Teir fóru inn til Holsteinsborg, men máttu ikki seta sín fót á land vegna barna­lammilsi, sum gekk har.
Teir tosaðu so frá báti við smið­in, og hann lovaði at hava bolt­ar­­nar klárar til kl. 9 um morg­un­in eftir. Um hetta mundi fór maskin­­­maðurin á Sannu inn móti lendingini og smiðurin stóð klárur fyri honum. Men nú kom koloni­stjórin upp í leikin. Hann hevði nokt­að smiðinum at gera boltarnar, so her var einki at gera.
Tískil máttu teir í bestu fiski­tíð fara heilt suður móti Før­oy­inga­havnina 200 fjórðingar burtur at fáa hetta gjørt, og kundi kostað teimum nógv í mistum fiskiskapi. Men tíbetur hittu teir eitt føroyskt skip, sum fekk hjálpt teimum, og hetta avmarkaði missin.

Gjørdist tingmál
Hetta málið vakti so stóran ans, at tað kom eisini fyri løgtingið. Ein serlig løgtingsnevnd við Krist­iani Djurhuus, sýslumanni á Tvør­oyri á odda skipaði fyri drúgvari av­hoyring av manningini á Skarstein. Hinir nevndarlimirnir vóru Andreas Andreasen og Sigurd Poulsen.
Fyrsti fundur var tann 10. ok­tob­er 1932, og skipað varð fyri av­hoyring av stórum parti av mann­­ingini.
Men nú vóru teir ikki so stór­orðaðir sum i Tingakrossi. Ofta er tað eisini so. Men kortini má hetta alt í alt hava verið ein ógvislig upp­living hjá manningini, ikki minst hjá teimum ungu.
Allar hesar frágreiðingar eru við í málinum, men nevndin ger ikki nakra beinleiðis niðurstøðu í sjálv­um málinum.
Høvuðsspurningurin var um fút­in hevði nýtt harðskap móti teim­­­um ungu dreingjunum sum greitt er frá.
Skiparin legði í avhoyringunum ikki so stóran dent á hesar hend­ingar, sum summir av manningini, og málið endaði sum skjal í løg­tings­tíðindum.
Nevndin tók eisini upp umrødda málið um Sannu. Skiparin og motor­passarin greiddu nevndini frá tí sum hendi. Her var kortini ikki talan um ein bolt til motorin men til eina spulipumpu. Teir váttaðu, at tað var rætt, at kolonibestýrarin hevði noktað smiðinum at gera henda boltin. Hetta tykist sjálvandi at vera heilt órímiligt. Men skaðin var avmarkaður til, at tað tók longri tíð at reinsa fiskin, nú teir vórðu noyddir at hála sjógv.
Álitið telur tað ikki minni enn 32 prentaðar síður. Tað varð lagt fram 7. oktober 1933.
Álitið snýr seg fyri ein stóran part um umstøðurnar hjá føroysk­um fiskiskipum undir Grønlandi.
Tað verður víst á, at fiskurin fyri ein stóran part var inni á økjum, har føroyingar ikki sluppu at fiska.
Síðan verður sagt:
Da der fra de færøske Skibe kun bliver fisket med Haandline, der ikke i nogen Maade kan virke ød­ende paa Fiskebestanden, at det maa anses for naturligt, at der gives danske Statsborgere (fær­­øske Fiskere) adgang overalt paa det danske Søterritorium ved Grøn­land, og dette Ønske er brænd­ende overalt paa Færøerne, skal Ud­valget Tilraade, at Lagtinget meget indtrængende henstiller til Regeringen at udvirke, at der til­lades danske statsborgere overalt at drive Haandlinefiskeri overalt paa Søterrioriet ved Grønland...

Loysnin á trætuni
Tað kom tó greiða á hesi viðurskifti í samráðingunum, sum vóru mill­um eina føroyska sendinevnd og donsku stjórnina í 1939.
Fundirnir byrjaðu mánadagin 23. januar og hildu áfram hósdagin, fríggjadagin og leygardagin, tá ið tað eisini gjørdist semja millum partarnar.
Hetta førdi til mong ár hjá før­oyingum í Grønlandi, sum komu at hava týdning bæði fyri føroyingar og grønlendingar.
------------


Komandi partur
Í komandi tveimum pørtum verður greitt frá nýggjum kanningum, sum vátta niðurstøðuna í bókini um Dollan, Daniel J. Danielsen, at hann hevði ein avgerandi leiklut í, at belgiski kongurin Leopold 2 varð koppaður sum “eigari” av Congo í 1908. Eisini verður víst á, hvussu henda søgan hevur verið burturtøgd.
Tey sum hava áhuga fyri upprunagreinini, sum er á enskum, kunnu siga mær frá á telduposti