– Tað vóru ikki vánaligar tíðir, sum gjørdi, at skuldin hjá landskassanum hækkaði so nógv undir seinastu samgongu. Orsøkin var skeivur fíggjarpolitikkur. Tað sigur Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum.
Nógv kjak hevur verið um, hvussu hetta valskeiðið við Javnaðarflokkinum, Tjóðveldi og Framsókn í samgongu, hevur roynst aftur móti undanfarna valskeiði við Fólkaflokkinum, Sambandsflokkinum, Miðflokkinum, og eitt skifti, eisini Sjálvstýri í samgongu.
Og nú hevur Bill Justinussen, tingmaður fyri Miðflokkin, biðið landsstýriskvinnuna í fíggjarmálum leggja nøkur tøl á borið, har gongdin í hesum valskeiðnum, og í undanfarna valskeiði, verður samaborin.
Kristina Háfoss staðfestir, at hallið hjá landskassanum var stórt eftir fíggjarkreppuna. Men tá ið undanfarna samgonga kom til við ársenda í 2011, var hallið longu lækkað munandi. Tað var nevniliga lækkað úr 688 milliónum í 2009, niður í 322 milliónir í 2011.
– Hóast undanfarna samgonga setti sær sum høvuðsmál at fáa yvirskot á fíggjarlógina, vaks undirskotið bæði fyrsta og annað árið í samgonguskeiðinum, sigur hon.
– Í 2012 var hallið 335 milliónir og í 2013 var hallið komið upp í heilar 413 milliónir, leggur hon afturat. Men hon sigur, at tá skal eisini havast í huga, at í 2012 fór undanfarna samgonga undir at forskatta pensjónir.
– Tí kunnu árini 2011 og 2012 als ikki samanberast. Fyri at fáa røttu myndina av gongdini, mugu inntøkurnar frá forskattingini dragast frá úrslitinum.
Verður tað gjørt, var undirskotið í 2013 heilar 660 milliónir, sum er næstan tað ssama sum hallið var í 2009.
Í 2015 var hallið komið niður á 83 milliónir, men verður forskattingin tikin við, var hallið í roynd og veru 360 milliónir.
– Sostatt var undirskotið í landskassanum næstan 40 milliónir krónur hægri tá ið samgongan legði frá sær, enn tá hon tók við, sigur Kristina Háfoss.
Hon sigur, at tá ið sitandi samgonga tók við á heysti 2015, var hallið sostatt 83 milliónir krónur. Í ár, sum er seinasta árið í valskeiðinum, vísir fíggjarlógin eitt avlop upp á 377 milliónor. Sostatt er úrslitið batnað 460 milliónir frá 2015 til 2019.
– Her kann leggjast afturat, at higartil í ár eru inntøkurnar hjá landskassans hækkaðar nógv meir enn mett varð við, tá ið fíggjarlógin varð samtykt. Tí er væl hugsandi, at yvirskotið hjá landskassanum í 2019 gerst munandi størri enn 377 milliónir krónur, sigur landsstýriskvinnan.
Hon sigur, at í 2011, tá ið undanfarna samgonga tók við, var arbeiðsloysið 6,9 prosent og tá ið hon legði frá sær í august í 2015, var tað komið niður í 2,8 prosent.
Tað merkir, at arbeiðsloysið minkaði 4,1 prosentstig í undanfarna samgonguskeiði. Tað var sostatt ikki tí at búskaparstøðan versnaði, at hallið vaks næstan 40 milliónir krónur í tí samgonguskeiðinum, sigur Kristina Háfoss.
– Orsøkin var ein skeivur fíggjarpolitikkur, ið bygdi á ta fortreyt, at danska ríkisveitingin skuldi hækkast. Tá ið samráðingarnar við donsku stjórnina miseydnaðust, og nógvu nógvu hundrað milliónirnar úr danska statskassanum ikki komu, hekk fíggjarpolitikkurin ikki saman longur, og hallið tók at vaksa, leggur hon afturat í svarinum til Bill Justinussen.
– Samstundis varð gjørt av at brúka framtíðar pensjónsskattainntøkum til skattalætta til hægstlønt, meðan láglønt fingu eina skattarokning tí at pensjónsskatturin hækkaði munandi, tí hann fór úr 35 prosent upp í 40 prosent fyri kapitalpensjón.
Hetta betraði ikki fíggjarstøðu teirra, ið høvdu størst tørv á størri fíggjarligum rásarúmi, leggur landsstýriskvinnan afturat.