Fróðskaparsetur Føroya skipar fyri almennum fyrilestri í Ovastovu í Nóatúni mikukvøldið 12. juni 2002 kl. 20.00. Martin Zerlang, lektari í bókmentafrøði, mag.art., heldur fyrilestur, ið hann kallar: Tá ið veruleikin fer um mark - um gandarealismu.
Martin Zerlang er lektari í bókmentafrøði við Institut for Litteraturvidenskab á Keypmannahavnar Universiteti. Hann vitjar Fróðskaparsetrið í sambandi við, at hann er í dómsnevndini, sum skal døma ph.d. ritgerð á Fróðskaparsetrinum.
Tað var bókmentasøguliga ein av stórhendingunum í 20. øld, tá eitt lið av latínamerikonskum rithøvundum fór at blanda saman frumsagnir og veruleika í hini sonevndu magisku realismuni. Takkað veri høvundum sum Miguel Angel Asturias, Juan Rulfo, Alejo Carpentier, Gabriel García Márques og Isabel Allende umskapaðist ein mentanarligur útjaðari til mentanarligan miðdepil.
Og í teimum gomlu mentanarmiðdeplunum gav hesin teymaleysi veruleikin íblástur til at kanna sínar egnu frumsagnir og skrøggsøgur. Evnið í fyrilestrinum er hesar umskaringarnar í bókmentaligu veruleikamyndini.