Tíðin hjá flog­bóltinum er komin

Um vikuskiftið verða steypafinalurnar hjá kvinnum og monnum, umframt steyfinalurnar hjá teimum yngri. Hjá kvinnum er dysturin millum Mjølnir og SÍ, meðan ÍF og SÍ eru í finaluni hjá monnum

Ongantíð stendur so nógv upp á spæl í einum og sama dysti, sum í steypafinalunum. Líka mikið um talan er um flogbólt, hondbólt ella fót­bólt. Tað er hinvegin sjáldan, at flog­bólturin fær stórt rúm í før­oysku fjølmiðlunum, sum tá steypa­finalan er. Tað er líka Oyggja­leikirnir og FM finalurnar, sum tykjast kunnu tiltrekkja stóru fjøl­miðlar­nar.
Soleiðis verður eisini leygardagin, tá Høllin á Hálsi verður karmur steypafinalurnar hjá monnum og kvinnum. Hetta er eisini møguleikin hjá eini vetrar ítróttargrein, sum hevur hug at detta niður í millum, at vísa seg frá síni bestu síðu.
Í báðum finalunum er talan um favorittar. Hjá kvinnunum er Mjølnir favoritur, meðan ÍF somu­leiðis er favorittur hjá monn­um. Men sum formaðurin í Flog­bólts­sam­bandinum, Magnus Tausen, skrivar í leikskránni, so er tað bara á pappírinum.

Mjølnir er sterkast hjá kvinnunum
Tað ber ikki til at koma uttan um, at Mjølnir er favorittur hjá kvinnunum. Tær hava vunnið allar dystirnar í hesum kappingarárinum. Sterkast mótstøu fáa tær tó í dystunum móti júst SÍ. Hóast Mjølnir hevur vunnið allar dystirnar, so vísa møðgurnar, Marjun og Eina Kalsø, á, at hóast úrslitið tykjast greið, so hava settini verið jøvn.
– Tað kann gott verða, at vit hava vunnið 3-0 á SÍ í ár, men tað var ein javnur dystur. Tær hava eis­ini styrkt seg, so tað verður ein spenn­andi finala, siga tær báðar Marjun og Eina
Ein trupulleiki við lands­kapp­ingini er, at tað er ov ójvant mill­um tey góðu liðini og tey minni góðu liðini. Í Mjølni vóna tey ikki, at nógvu lættu dystirnir koma at hava ávirkan á avrikið leygar­dagin.
– Eg ræðist eitt sindur, at tann dagurin tá vit ikki raka dagin kann koma hvørja løtu, og tað kann verða í steypafinaluni. Tað kemur av, at vit ov oftandi ikki skulu geva okkum í einum dysti, greiður Eina Kalsø frá.
SÍ hevur fingið tilgongd av Karin Mikkelsen, Anniku á Stongum og Eyð Magnussen, og tað er ein av orsøk­unum, at Marjun als ikki er vís í, at Mjølnir er nakar tryggur vinn­ari av finaluni.
– Tær hava broytt liðið nakað, og vit skulu spæla upp til okkara besta um vit skulu vinna, sigur Marjun Kalsø, sum er spælandi venjari hjá Mjølni.
Kvinnurnar hjá Mjølni yvirnátta á Hotel Føroyum náttina fyri dystin, og tað er eisini her, at spælararnir skulu mentalt innstillast til at spæla finaluna.
– Vit fara at hyggja eftir finalunu frá í fjør og fyrraári, so spælararnir eru fyrireikaðir upp á alt tað sum hendir rundan um finaluna, og tað er týdningarmikið, at vit eru klárar til tað, sigur Marjun Kalsø.
Spurdar um styrkirnar hjá SÍ verður Karin Mikkelsen nevnd, sum spælarin, ið skal steðgast.
Tær ásanna eisini, at hini liðin
vita, at Sofía Purkhús og Birgit Guttesen, sum spæla á hvør sínum kanti, eru størsta hóttanin hjá Mjølni.

ÍF favorittur
Eisini hjá monnum er talan um favoritt leiklut hjá øðrum liðnum. ÍF hevur, eins og Mjølnir, vunnið allar dystirnar í hesum kappingarárinum Tí er tað ikki uttan orsøk, at teir eru favorittar at vinna steypafinaluna, sum verður móti SÍ.
Tað eru heili 25 stig á muni mill­um ÍF, sum liggur fremst í lands­kapp­ingini, og SÍ, ið liggur á øðrum plássi. SÍ hevur tó spælt ein dyst færri.
Seinast liðini spældu vann ÍF 1-3 í Sørvági. Sett úrslitini vóru 22-25, 16-25, 25-22 og 21-25.
ÍF spælararnir kendu seg nær­mast noyddar at fara til Íslands á venj­ingarlegu fyri at fyrireika seg til steypa­finaluna. Mangan er mót­støðan ov lítil til at ÍF verður trýst. Somu­leiðis eru bara fýra lið í deild­ini, og tí er mótstøðan lít­ið fjøl­broytt.
Í Íslandi spældi ÍF móti nummar eitt og nummar tvey, og vann báðar dystirnar. Bartal Eliasen ásannaði, at tað var neyðugt at tryggja sær, at menn eru klárir til finaluna og ikki taka nakað fyri givið. Tí var gott at fáa tveir heldur torførari dystir í bein­ini – ella armarnar – undan steypa­finaluni.

Nú skal flogbólturin sigra
Hetta er møguleikin hjá flog­bólt­inum at traðka fram og taka alt ljósið á seg. Tí leggur Magnus Tausen dent á í leikskránni, at tað eis­ini er týdningarmikið, at við­halds­fólkini møta fjølment og stula sín­um liðið tað tey kunnu.
Hetta er størsta royndin, ið heim­ligu spælararnir fáa. Nú er at taka av!