Tíðin ikki farin frá Grønu Oynni

Á tingfundinum mikudagin samtykti tingið, at Annika Olsen skal svara fyrispurningi frá Bjarna Djurholm um Nólsoy sum grøna oyggj

Tað var Bjarni Djurholm, sum í sínari tíð sum vinnumálaráðharri tók stig til eina verkætlan, har Nólsoy skuldi gerast grøn oyggj. Verkætlanin gekk í stuttum út upp á, at øll húsarhald og virkir í oynni skuldu fáa hita og streym frá trimum vindmyllum, sum umvegis eina tøkniliga skipan skuldi framleiða vetni.
Men eftir fleiri ára kanningar datt hendan verkætlanin niðurfyri, og hví gjørdi hon so tað.
Tað var komið mest sum upp undir land um ársskiftið 2007/08, og Jarðfeingi hevði tá saman við Statoil Hydro, Enercon, SEV og Tórshavnar kommunu stungið út í kortið, hvussu ætlanin skuldi fremjast. Og hon var fíggjarliga burðardygg um so var, at landið kom inn og veitti MVG-frítøku, og tilboðini annars hildu seg innan teir karmar, ið ásettir vóru, sigur Bjarni Durholm.
Ítøkiliga hví verkætlanin datt niður fyri dugir Bjarni Djurholm tó ikki at siga.
Men eftir valið í 2008 kom verkætlanin ikki á skránna, og er ikki komin síðani. Ein av orsø.kunum til, at eg nú spyrji um verkætlanina er, at í sínari tíð var verkætlanin eisini tengd at einum nýggjum nólsoyarskipi. Og hóast tað kanska ikki er so heilt aktuelt nú, so var hetta partur av eini verkætlan, har Nólsoyggin var umboðandi eina varandi orkuskipan, og at oyggin var púra leys av fossilari orku, sigur Bjarni Djurholm.
Hann sigur, at tað í sær sjálvum varð hildið at vera slóbrótandi, og tí er tað spell, at verkætlanin ikki er komin longur.

Fyrimynd
Hóast hetta var ein føroysk verkætlan í tann mun, at skipanin skuldi setast í verk í Nólsoy, so var fíggingin ikki føroysk burturav.
Kaningararbeiðið, sum gekk fyri seg í nøkur ár, var fíggjað av Norðurlandaráðnum, og hesar mátingar vórðu gjørdar í Nólsoy. Enercon er ein týsk vindmyllu fyritøka, Statoil Hydro er norskt, so tað var bæði føroyskur og útlendskur kapitalur í verkætlanini, men ikki minst útlendsk tøkni var inni í myndini, sigur Bjarni Djurholm.
Hann heldur, at serliga hetta við útlendskari tøkni gjørdi verkætlanina serliga áhugaverda, tí hevði hon verið framd, hevði hon uttan iva vakt stóran ans aðrastaðni eisini.
Men eg haldi ikki, at vit hava sitið sjóvarfallið av okkum, og tí spyrji eg, um farið verður víðari við ætlanini, tí hon kemur at hava altjóða áhuga, eingin ivi um tað, eins og hon kann verða ein fyrimynd fyri orkuútbygging í Føroyum generelt, sigur Bjarni Djurholm.
Tíðin burdi eisini verið júst hin rætta beint nú, tá tað verður tosað so nógv um umhvørvi og varandi orku.
Tað er í hvussu er nakað, ið átti at motivera enn meir, nú arbeitt verður fyri at skerja CO2 útlátið í Føroyum. Vit vita tað, at ein slík verkætlan í sær sjálvum ikki fer at gera tann stóra munin, men virkar skipanin, virkar hon eisini alla møguliga aðra staðni eisini. Og tí kann hon verða ein fyrimynd og til frama fyri menning av alternativari orku, bæði í Føroyum og aðrastaðni, sigu Bjarni Djurholm.
Annika Olsen fer væntandi at svara upp á fyrispurningin í aðru viku.