Tíðindabrævið er á stødd fýra A4 síður við seks greinum og stubbum, sum viðgera evni, sum viðkoma útjaðaranum.
Útgevararnir sigur, at ætlanin er, at tíðindabrævið skal koma út fýra ferðir árliga. Endamálið við tíðindabrævinum, siga útgevararnir, er:
»... at bera víðari sjónarmið og royndir innan- og uttanlands, ið mugu roknast sum viðkomandi fyri orðaskiftið um økismenning.«
Høvuðsgreinin í tíðindabrævinum er um eina norðursvenska bygd, sum stóð fyri avtoftan, men menti seg aftur. Ein grein er, sum snikkari, ið flutti úr Havn til Dals, hevur skrivað. Ein grein og ein stubbi eru grundað á fyrilestrar, sum kanadiski granskarin Marian Binkley helt í Føroyum í apríl mánað. Ein er um ferðavinnu á bygd í Írlandi, meðan tann seinasta greinin er tíðindagrein, sum sigur frá, at Granskingarverkætlanin fyri Økismenning hevur fingið skipsmodell og filmar hjá John Smith, sála, í varðveitslu. Tað er sonur John Smith, Leon Smith, sum hevur latið verkætlanini hesar lutir í varðveitslu.
Tað er Granskingarverkætlanin fyri Økismenning, sum gevur tíðindabrævið út. Ólavur Waag Høgnesen hevur ábyrgdina av útgávuni, og tað er eisini hann, sum hevur brotið um. Tíðindabrævið er prentað hjá Hestprent í Tórshavn. tað sum sína sergrein at skriva um altjóða kvinnufótbólt. Hann hevur síðani sent mær øll úrslit, og afturfyri havi eg sent honum úrslitini og hini hagtølini yvir teir dystirnar, sum vit hava spælt.
Yvirhálað
Tá vit spyrja Álvur, hvussu føroyski kvinnufótbólturin stendur seg nú sammett við í 1997, tá u?18 landsliðið fyrstu ferð tók lut í EM undankappingini, so svarar Álvur soleiðis:
? Luttøkutalið er vaksið ótrúliga nógv. Bæði tí áhugin fyri kvinnufótbólti er øktur kring Europa, og tí at so nógv nýggj lond hava sæð dagsins ljós. Nú luttaka 32 lond í kappingini. Vit vóru tíðliga uppií, og í 1997 vórðu vit flokkað í næstovasta styrkisbólkinum. Tað eru vit ikki longur, staðfestir Álvur Hansen, sum harvið ásannar, at menningin í nógvum av londunum, sum nú eru uppi í kappingini, hevur verið størri, enn hon hevur verið í Føroyum.
jh