Stúgvandi fult av fólkið var samankomið í Tinganesi fríggjadagin klokkan 16. Tað var veruliga sum sild í tunnu, og fólkini í tjóðbúna sóu rættiliga heit út.
Greitt var frammanundan, hvør skuldi gerast løgmaður, og landsstýrisfólkini hjá Fólkaflokkinum og hjá Sambandsflokkinum vóru eisini kunngjørd frammanundan. So einasti veruligi spenningurin var kring landsstýrisfólkini hjá Javnaðarflokkinum. Men tá setanarbrøvini vóru givin, kom onki av nøvnunum óvart á. Tí landsstýrisfólkini hjá Javnaðarflokkinum gjørdust júst tey somu, sum høvdu sitið í landsstýrinum frammanundan, burtursæð frá, at løgmaður fór úr løgmanssessinum og út í Fíggjarmálaráðið, meðan Helena Dam á Neystabø fór úr Løgmálaráðnum og í Mentamálaráðið og Hans Pauli Strøm misti helvtina av ábyrgdarøkinum.
Løgmaður
Fyrst á skránni var, at Kaj Leo Johannesen skuldi fáa lyklarnar til Tinganes, har hann ætlandi skal hava arbeiðspláss næstu trý árini. Hesar fekk hann frá fyrrverandi løgmanni, Jóannes Eidesgaard.
Á tíðindafundinum vóru fólk ikki bangin fyri at rósa hvørjum øðrum, og Kaj Leo Johannesen legði út við at takka Jóannesi Eidesgaard fyri hansara virkið seinastu árini. Tá hann fekk lyklarnar, segði hann í spølni, at hann var glaður fyri at kúbeinið ikki fylgdi við. Harafturat greiddi nýggi løgmaðurin frá, hvørjar ætlanir hann hevur.
- Mín uppgáva er – hvønn einasta dag – at fáa tað besta burturúr teimum landsstýrisfólkum og teimum starvsfólkum, sum arbeiða her úti. Soleiðis at vit undir stabilum viðurskiftum kunnu røkka nøkrum av okkara málum vit hava sett í samgonguskjalið, sigur Kaj Leo Johannesen.
Samstundis legði hann dent á, at hann skal arbeiða fyri alt Føroya fólk.
Fíggjarmálaráðið
Jóannes Eidesgaard fekk fyrsta setanarbrævið, og Kaj Leo Johannesen segði seg vera sera fegnan um at fyrrverandi løgmaður vildi verða við í landsstýrisarbeiðinum næstu árini.
Røddir hava í døgunum frammanundan verið frammi um, at Jóannes Eidesgaard ikki ætlaði sær í landsstýrið, og hesum noktaði fráfarandi ikki fyri, tá hann tosaði við Rás2 eftir tíðindafundin.
- Eg hevði gjørt upp við meg sjálvan, at tá eg fór at gevast sum løgmaður vildi eg leita mær eftir einum meira friðarligum politiskum lívið, og fyri flokkin hevði tað eisini týdning, at formaðurin var at telja millum løgtingsumboðini, so mann kundi dugna tí arbeiðinum meira, greiddi Jóannes Eidesgaard frá.
Men legði afturat, at nógv gott fólk hevur heitt á hann, um at gerast landsstýrismaður í fíggjarmálum, og tað var orsøkin til, at hann tók av.
Fíggjarliga sær ikki líka gott út sum tað onkuntíð hevur gjørt, men í samgonguskjalinum stendur at fíggjarlógin ikki skal hava hall. Men nýggi fíggjarmálaráðharrin var ikki samdur við hesi ætlan.
- Mann skal ikki rokna við, at tað verður nakað yvirskot á fíggjarlógini í komandi árið, men sjálvandi skal ein og hvør samgonga hava yvirskot á fíggjarlógini, og er málið at fáa mest burturúr hvørjari krónu, sum skattgjaldarin letur. Men týdningarmest er at fáa fleiri inntøkur til samfelagið. sigur Jóannes Eidesgaard um avbjóðingarnar í sínum nýggja starvið.
Uttanríkisráðið
Fyri fleiri døgum var greitt at Jørgen Niclasen skuldi gerast nýggjur uttanríkisráðharri. Sum skiltist úr samráðingunum til hesa nýggju samgonguna, var tað stórt stríð um Uttanríkisráðið, sum á onkran hátt eisini hevði skuldina í at seinasta samgongan slitnaði.
Til spurningin um júst hølunum, svarar Jørgen Niclasen, at tað ikki er nakað hann hevur gjørt nakað við, men væntar ikki at fáa nakrar trupulleikar av tí.
Nýggja samgongan er ein meira borgarlig stjórn, men ætlanin at gera sendistovu í USA er slept og nýggj ætlan er gjørd um sendistovu í Moskva, tað metir Jørgen Niclasen als ikki vera løgi.
- New York er ein týdningarmikil staður, tá mann hevur fingið ein veruliga uttanríkispolitikk, meðan Moskva – Russland – er ein so ónáttúrliga týdningarmikil marknaður fyri okkum, og tí mugu vit hava eina sendistovu har og hinar mugu so koma aftaná, greiðir uttanríkisráðharrin frá.
Men tað er ikki fyrsta stigið uttanríkisráðharrin vil taka.
- Tað fyrsta sum vit fara í holt við er hendan avtalan við ES um granskingarsamstarv, sum leingi hevur verið tosað um. Síðani verður tað at fáa eina avtalu við ES um tey fýra frælsini og at arbeiða meira miðvíst við EFTA limaskapinum, sigur Jørgen Niclasen.
Vinnumálaráðið
Sambandstingmaðurin, Jóhan Dahl, fekk tillutað vinnumálaráðharrasessin, og leggur stóran dent á, at mann ikki skal gloypa ov stóran bita og heldur hava nøkur fokusøkir.
- Vit mugu fáa FAS-skipanina, sum er sett í gongd maknaðarførda á skilagóðan hátt, so vit kunnu fáa eitt nýtt bein at standa á. Eisini alivinnan, sum hevur ment seg nógv aftur, og kann verða fjølbroytt. Hana mugu vit hyggja uppá og gera meira við tosk til dømis. Og ikki at gloyma vinnuliga gransking, fortelur Johan Dahl.
Innlendismálaráðið
Annika Olsen er fyrsta landstýrisfólk hjá Fólkaflokkinum, ið er kvinna. Innlendismálaráðið er fallið í hennara lut, og hon sigur seg vera glaða fyri at vera fyrsta landsstýriskvinna Fólkafloksins nakrantíð og fer serliga at leggja dent á kommunumál og umhvørvi.
- Tað er ongin ivi um at kommunumál hevur mín størsta áhuga, men eisini umhvørvi og Landsverk er eisini flutt yvir. Vit mugu hyggja uppá hvussu nógv kann flytast út til kommunurnar og hvussu hetta skal fíggjast. Innan umhvørvi mugu Føroyar vera ein viðleikari tá tað kemur til umhvørvi. Vit kunnu ikki seta okkum í eina serstøðu og ikki bøta um tey viðurskiftini. Mann tosar nógv um við viðvarandi orku, so tað haldi eg vit fara at arbeiða nógv meira við, greiðir nýggja landsstýriskvinnan í innlendismálum frá.
Ætlanirnar og hugsanirnar hjá restini av landsstýrisfólkunum vera at síggja í blaðnum í morgin.