Landsstýrið fer í kvøld at almannakunngera, nær fólkaatkvøðan um fullveldisætlanina verður, og hvat veljarin fer at verða spurdur um.
Hetta boðaði Sjúrður Skaale, pressutalsmaður hjá landsstýrinum, frá í tíðindaskrivi fyri løtu síðani.
Tá Sosialurin í gjárkvøldið hevði samband við landsstýrið, var enn ikki eydnast at semjast um lógaruppskotið fyri fólkaatkvøðuna. Ósemja var um, hvørt uppskot skal leggjast fyri tingið um at staðfesta, at Føroyar eru tjóð.
Løgmaður boðaði á middegi í gjár frá, at hann fór at bjóða formanni Javnaðarfloksins, Jóannes Eidesgaard, til kaffifund at tosa um viðurskiftini. Hesin kaffifundur verður klokkan 11 í morgun.