Tá Jenis umskrivaði søguna

Hamas er ikki ein partur av palestinsku stjórnini. Og palestinska stjórnin vil ikki leggja Ísrael í oyði. Tað var annars boðskapurin hjá Miðflokkinum í valsending í sjónvarpinum fríggjakvøldið

“Tann sokallaði palestinensiski staturin, hann hevur eina grundlóg, sum sigur tað, at Ísrael skal strikast av landkortinum. Hann verður stýrdur av eini terrororganisatión, sum eitur Hamas.”

Soleiðis segði formaður Miðfloksins, Jenis av Rana, í valsending í sjónvarpinum fríggjakvøldið. Evnið var á breddanum, tí Miðflokkurin og Fólkaflokkurin hava heitt á donsku stjórnina um at atkvøða ímóti, at ST seinni í hesum mánaðinum viðurkennir Palestina sum stat. Í løtuni bendir nógv á, at tveir triðingar av heimsins limalondum fara at atkvøða fyri eini viðurkenning av einum palestinskum stati. Talan verður tó neyvan um fullan limaskap, men um sonevndan “observatør-status”.

Hamas er ikki í stjórn
Tveir faktuellir skeivleikar eru í útsøgnini hjá Jenisi, sum Fólkaflokkurin og Miðflokkurin eisini hava ført fram skrivliga.

Fyri tað fyrsta er Hamas ikki partur av tí palestinsku stjórnini. Palestinska stjórnin hevur valdið á Vestara áarbakka og er primert mannað av limum í Fatah-flokkinum hjá forsetanum, Mahmoud Abbas, sum er tann mest moderati palestinski leiðarin nakrantíð. Palestinska stjórnin viðurkendi Ísrael fyri yvir tjúgu árum síðani, tá friðartilgongdin millum Ísrael og Palestina, tann kollsiglda Oslo-prosessin, varð lanserað.

Tann víðgongdi Hamas-felagsskapurin hevur valdið í Gaza-geiranum, eitt lítið øki vestaru megin Ísrael, eftir borgarakríggj við Fatah og eitt blóðugt hernaðarkvett í 2006. Síðani hevur Gaza-geirin verið totalt isoleraður av altjóða samfelagnum. Hóast samráðingar og eina roynd at semjast í mai í ár eru Hamas og palestinska stjórnin framvegis fíggindar.

Við øðrum orðum er tað ósatt, at palestinska stjórnin verður stýrd av Hamas. Og tað er eisini ósatt, at palestinska stjórnin vil strika Ísrael av landkortinum. Abbas hevur sagt óendaliga ofta, at hansara grundarlag er ST-resolutión 242, sum áleggur ísraelum at steðga hersetingini av Vestara áarbakka og Gaza, so palestinar kunnu fáa sín stat. Gomlu stevnuskráirnar hjá Arafat og PLO frá sekstiárunum eru langt síðani tveittar á søgunnar øskudunga, og altjóða samfelagið hevur langt síðani viðurkent Fatah, tí Fatah viðurkendi Ísrael.

Ein nýggj strategi
Eftir 45 ára ísraelska herseting og eingi útlit fyri eini friðaravtalu hava Mahmoud Abbas, forseti, og Salam Fayyad, forsætisráðharri, lagt eina nýggja strategi. Hon snýr seg um – stig fyri stig – at byggja ein stat oman á toftunum frá tí korrupta ránsmannastýrinum, sum teir arvaðu frá gamla leiðaranum, Yassir Arafat. Bæði búskaparliga, sosialt og institutionelt. Og strategiin tekur ikki atlit til, um Ísrael vil spæla við ella ikki.

Higartil hevur tað eydnast tí vesturhalla forsætisráðharranum og fyrrverandi ráðgevanum í Heimsbankanum, Salam Fayyad, at skapa ein búskaparvøkstur á Vestara áarbakka á 8 prosent um árið. Ein vøkstur, sum ikki er sæddur áður. Og við hollari amerikanskari hjálp er tað eydnast at berja niður yvirgangsroyndir ímóti Ísrael frá Vestara áarbakka. Næsta stigið er so ein ST-viðurkenning, sum vit kunnu taka undir við ella ikki. Eg hevði bert ynskt, at kjakið bygdi á fakta og vitan. Tað gjørdi tað ikki í sjónvarpsstovuni fríggjakvøldið.