Tók familjuna fram um stjórastarv

Tað var longsul eftir at vera meiri saman við familjuni, sum fekk Dánjal Andreasen at siga stjórastarvið á Strandferðsluni frá sær

Tá ið Dánjal Andreasen flutti til Suðuroyar at taka við starvinum sum stjóri á Strandferðsluni, undirmetti hann, hvussu ringt tað fór at vera at vera burtur frá familjuni.

Tað er orsøkin til, at hann nú hevur sagt upp sum stjóri á Strandferðsluni, bara sjey mánaðir eftir, at hann var settur sum stjóri á Strandferðsluni.

Tað fortaldi hann í tíðindunum á Rás2 seinnapartin í gjár.

Hann segði, at tað vísti seg ikki at bera til hjá konuni at fáa arbeiðið í Suðuroy og tí føldi hann seg ov einsamallan.

- Seinastu mánaðirnar havi eg merkt, at tað telur nokk so nógv, legði hann afturat.

Tí hevur hann gjørt av at flyta norður eftir aftur og at fáa eitt arbeiðið, har hann kann vera meiri saman við familjuni, segði hann.

Hann fer úr stjórastarvinum á Strandferðsluni 1. februar og tá hevur hann fingið annað starv, men hann vil ikki siga, hvat starv, talan er um.

Hann heldur, at ein nýggjur stjóri á Strandferðsluni hevur betri møguleika at trívast í starvinum, vissi tað verður ein, sum hevur røtur í Suðuroy og sostatt er kjølfestur har.

Hann leggur kortini dent á, at suðuroyingar hava tikið ómetaliga væl ímóti honum og at hann hevur kent seg sera væl ímillum suðuroyingar.

Sostatt leggur hann dent á, at tað ikki upp á nakran máta er ónøgd við starvið, ella starvsfólkið, ella arbeiðsumstøðurnar annars, sum nú fingu hann at siga upp.

Hann heldur eisini, at Strandferðslan er ein vælvirkandi stovnur, har hon liggur á Tvøroyri.

- Strandferðslan liggur væl á Tvøroyri og hon virkar væl, leggur Dánjal Andreasen afturat.