Tú kanst enda í geglinum um tú dálkar við olju

Oljudálking er revsiverd - eisini um tað ikki verður gjørt við vilja

Tað hendir seg oftari enn so, at olja rennur á sjógv, tá skip bunkra. Oljudálking á sjónum er ein afturvendandi trupulleiki, sum myndugleikarnir taka í størsta álvara.

Oljudálking kann hava stórar avleiðingar fyri djóralívið í havinum, umframt umhvørvið og menniskju annars.

Sambært Umhvørvisstovuni eru orsøkirnar til flestu óhappini ósketni og vantandi mannagongdir.

Tað eru tey, sum fáast við bunkring ella annað virksemi við olju, sum hava ábyrgd av, at einki rennur á sjógv. 

Rennur olja á sjógv vegna ósketni, t.d. undir bunkring, kunnu tey, sum hava ábyrgdina, verða revsað. Fyri oljudálking á sjónum eru hesar vegleiðandi bótarstøddir: 25.000 kr. fyri 50 litrar av olju, 150.000 kr. fyri 500 litrar av olju og 250.000 kr. fyri 1.000 litrar av olju.

Umframt bótina skal dálkarin eisini rinda fyri at basa dálkingini. Er oljudálking framd við vilja ella av grovum ósketni, kann vera talan um væl hægri bøtur ella fongsulsrevsing í upp til tvey ár. 

##med2##

Soleiðis skalt tú gera

Umhvørvisstovan sigur, at øll, sum varnast oljudálking, skulu beinanvegin boða frá.

 Oljudálking á sjónum skal fráboðast til:

 Oljudálking á landi skal fráboðast til:

MRCC-Tórshavn og løgreglan fráboða síðani øðrum myndugleikum, eitt nú kommununi, sløkkiliðinum, Landsverk, Heilsufrøðiligu starvsstovuni, Fiskiveiðueftirlitið og Umhvørvisstovuni.

(Kelda: Umhvørvisstovan)