Tá keypari og seljari eru samdir

Skuldi tilfeingisrenta verið framd í verki, kom hon helst best við sum ískoyti til eftirlønargrunn hjá føroyska arbeiðaranum, og ikki beinleiðis í landskassan.

Jógvan við Keldu, tingamaður Fólkafloksins:

Hjá vanliga borgarliga føroyinginum, ið hugsar um framtíðarmøguleikar, og um at vit samfelagsliga ota okkum ongur fram í oddin áðrenn 2015, er hugaligt, tá vinnan leggur pening eftir sær, meiri pening tess hugaligari, tí greitt er, at gongst vinnuni heilt væl, gevur hon nógv av sær til allar tættir, ja heilt út í hvønn krók í landinum.
At vinnutól nátúrliga skifta eigara, har greið avtala verður staðfest millum keypara og seljara, og at hesir sleppa at handla uttan politiska uppíblanding, gevur virkisføra og áhugaverda framtíð fyri okkum øll og hoyrir til í menningarsamfelagi.
Landskassin fær stórar upphæddir, kommunurnar størri ella minni fløvar, arbeiði verður til allar hendur, ráðini gerast betri til undirvísingar, almanna- og heilsumál og hetta gevur í sum heild betri moral og virðiligari lív fyri føroyingin.

Hækka ella lækka lønir
Tað má verða eini 25-30 ár síðani, ein av kendu fronsku samfelagsfrøðingunum, ný-filosoffur, sum eina tíð var sannførdur sosialistur, Raymond Aron, segði í samrøðu, at sjálvandi kundi eg væl skriva, at eg stuðli lønarhækkan (fyri arbeiðaran), fyri at vísa mínar sannførandi kenslur, men tað hevði verið uttan fyri alla ávirkan. Hinvegin, hevði tað verið so, at um lønirnar hjá marxistunum, t.v.s. lønirnar hjá teimum intellektuellu og professarunum vórðu lækkaðar, høvdu hesi verið á rokinum.
Hetta kom eg at hugsa um, nú Rolf Guttesen svaraði greinini hjá Jógvani Sundstein, sum nam við nakað viðkomandi, í samband við sølu, sum reiðari framdi av sínum seinasta skipi av mongum eftir 40 ára slit og slabb, har hesin saman við manningum sínum høvdu verið við til at breyðføtt hópin av fólki, sum aftur gav út í hvønn krók í landinum.
Her var keyps- og søluprísur staðfestur av báðum pørtum.

Hvørjar vóru so íløgurnar
Nú tilfeingisrentan av okkara allra ognum aftur hevur verið upp og vent, kundi áhugaverdi spurningurin verið settur, hvussu hevði verið vorið, um Rolf Guttesen, Jóannes Ejdesgaard, løgmaður  sum gav ilt av sær við søluni av JFK  Kári Petersen, fíggjarfrøðingur suverrent ráddu fyri borgum. Høvdu íløgur yvirhøvur verið gjørdar í eitt nú Trónd í Gøtu, Christian í Grótinum, Krúnborg, Skálaberg, Akraberg, Atlantic Navigatorella Norðborg, fyri at nevna nakrar burtur úr.
Áhugavert kundi verið at spurt bæði løgmann, Rolf Guttesen, og Kára Petersen, um nú tilfeingisrentan gjørdist til veruleika, um hon kundi verið brúkt t.d. til part av eftirlønargrunni fyri arbeiðaran í Føroyum, so hon veruliga kom á eitt neyðugt stað, heldur enn at fari beinleiðis í landskassan.
Óli Jacobsen, formaður í Føroya Fiskimannafelag er við sínum royndum ræddur fyri tilfeingisrentuni, og vísir vituliga á vandar sum eru, samstundis sum hann eina mest er ræddur fyri akademisku klikuni, sum ætlar at kuppa eitt tilfeingigjald ígjøgnum.
Nei eg havi lyndi til at geva Jógvani Sundsstein rætt í sínum indikatiónum.

Hvar verða vit 2015
Flestu politikarar tosa um at skilja alemnt og privat greiðari hvørt frá øðrum, men tá til stykkis kemur og privatmaðurin fær meiri enn gott er, hevur politiski myndugleikin sjúkliga trongd til grípa inn.
Hetta er henda gamla Javnaðar- og Tjóðveldisøvundin, at gongur tað akkurat hjá tí privata, hava teir tað best, gongur tað illa, gerst ikki við, men gongur tað heilt gott, er tíð til at fella hesar í ryggin.
Lat tað verða púra greitt, at sleppa hesir tríggir ótarnarðir at ráða fyri borgum, verða vit  og hetta er ein náttúrulóg  í aftara enda heldur enn millum fremstu í 2015.
Neyðugt er í Føroyum at lata marknaðarbúskapin ráða, latið okkum birta upp undir núverandi vinnur, geva nýíbirtarum okkara fulla stuðul, tí brúk er fyri núverandi og ikki minst fyri nýggjum vinnum og har skal eisini kapitalur til.
Ein áheitan á løgmann, Rolf Guttesen og Kára Petersen, latið marknaðarbúskapin sleppa at ráða uttan øvund, so fáa vit eitt gott land 2015.
Ein áheitan á Føroya fólk, latið ikki hesar alment vælløntu og vætryggjaðu sleppa at køva virkishugin hjá føroyska íverkstaranum og serliga ikki hjá tí hepmna íverksetaranum, tí eingin skal vinnuliga fáa meiri pening enn teir.