Njál Djurhuus
------------
Komin til landið síggi eg, at næmingar við Sankta Frans skúla hava givið pening til Frelsunarhersins hjálpararbeiði á Haiti, nú jarðskjálvtin var har.
Frelsunarherurin hevur 49 skúlar við yvir 10.000 næmingum har.
Vit hava eisini heilsustøðir, mammuheim, barnaheim, smábarnaheilsustovur og samkomur. Yvir 700 fólk arbeiða í føstum starvi, umframt nógv sjálvboðin.
Frelsunarherfólk og stuðlar, so sum heilsustarvsfólk úr fleiri londum eru komin til landið at hjálpa til, og síðani jarðskjálvtin var 12. januar og tann mánaðin út, hevur Frelsunarherurin á Haiti millum mangt annað givið út 1.673.000 matkassar til familjur.
26. januar vóru Sameindu Tjóðir og Frelsunarherurin samd um, at vit skuldu taka okkum av 20.000 flóttafólkum afturat í Port-au-Prince.
Arbeiðið heldur á fram so leingi tørvur er har.
Kæru næmingar og lærarar við Sankta Frans skúla: Frelsunarherurin takkar hjartaliga fyri gávuna. Peningurin er komin rættliga fram, og verið viss um at alt er nýtt til endamálið tit yngstu.