Tøknin ger gomul data áhugaverd

Fyri tólv árum síðani vóru ivamálini við Marjunbrunninum somikið stór, at oljufeløgini tá valdu at gevast, hóast úrslitini vístu spor av olju.

Úrslitini vístu ikki nóg neyvt, hvussu nógv olja var í landsynningspartinum av føroysku undirgrundini, heilt upp at bretska markinum. Eisini var ivi um sonevndu goymslueginleikarnar í brunninum.

Tað hevði við sær, at oljufeløgini lótu innaftur síni leitiloyvi, uttan at nakað meira spurdist burturúr.

- Men nú er tøknin so mikið ment, at nýggj vitan kann fáast burtur úr somu úrslitum, sigur Heri Ziska, jarðfrøðingur og leiðari á kanningardeildini á Jarðfeingi.

Leitiloyvini frá Jarðfeingi geva DONG Energy rætt til at fara innaftur í økið og kanna og viðgera øll data av nýggjum. Loyvini eru galdandi í sjey ár, og tað merkir, at hetta tíðarskeiðið hevur DONG Energy rættin til at nýta økið. Í loyvinum eru ongar bindingar um, hvørt nakar brunnur skal borast.

Hoyr samrøðu við Hera Ziska her: