Tað merkir, at nøkur fólk hava tikið pengar, sum tey eru sloppin at krevja inn fyri landskassan – og brúkt peningin til annað – heldur enn at borið teir út á Argir til Taks.
Talan er um pengar, sum fólk hava goldið í MVG – sum er ein skattur, tey krevja inn fyri landið.
Vit hava dømi um fólk, sum sleppa at vassa for langt út. So langt út, at tey drukna og taka fólkið við sær.
Men tey steðga ikki fyri tað. Tey byrja bara aftur í einum nýggjum felag.
Og tá feløg verða uppgjørd í skiftirættinum, so er hetta í mongum førum bara ein avgreiðsluspurningur. Hvussu feløgini verða uppgjørd er sum harragud veit. Ofta eru als ikki pengar til ein bústjóra – tá verður bara ein strika sett undir – »felagið avtikið«, uttan at nakar hevur ánilsi fyri, hvar øll virðini eru farin.
Løgmaður er eitt gott dømi um tað. So lítið skil var í hansara feløgum, at rætturin mátti bara upploysa feløgini uttan at kanna, hvar virðini vóru, tí har var einki klovið oyra! Heldur ikki at gjalda MVG til Taks.
So kunnu vit spyrja, um landið tryggjar sær nóg væl, tá so nógvir pengar kunnu fara fyri skeytið.
Vit kunnu eisini spyrja, hví maðurin á hægstu politisku rók ikki tekur spurningin í størri álvara, tá hann kennir trupulleikan so væl frá báðum síðum.
Nei, vit halda tað bestemt ikki vera í ordan, at fólk á hægstu politskum tindum eru sek í slíkum tapi fyri land og fólk. Tað er heldur ikki í ordan, at fjórða statsvaldið eisini er á hesum beteinkiliga lista, tí hvussu skal varðhundurin uppføra seg, tá hann sjálvur hevur skitið í valsin?
Hvussu skulu fólk tá taka fjórða statsvaldið fyri fult?
Spell at løgtingið ikki vildi fylgja ynskinum hjá Taks um at stramma lógina upp soleiðis, at tað fekk avleiðingar, um mvg-uppgerðin ikki kom til tíðina.
– Er tað rætt, at ein persónur, sum hevur kostað landinum t. d. eina millión í mistum mvg, næsta árið kann tjena eina millión – uttan at landið kann gera krav ímóti honum?