- Hyggið nú her. Nú skal eg vísa tykkum eitt triks, sum tit ongantíð hava sæð áður.
Vit eru stødd umborð á Norrönu ein seinnapart í mai mánaði, tá árligi gospeltúrurin var á skránni.
Á tí stóra pallinum stendur ein lágvaksin unglingi við einum posa í hondini einum vanligum pappírsposa. Nú skal hann gykla.
Eg havi nakað í hesum posanum, sum tit heilt sikkurt ikki kenna. Hyggið bara!
Úr posanum tekur hann fyrst ein lummakklút og gyklar hann síðani burtur. Nú tekur hann brádliga proppin upp og síðani meginpartin av einum ketsjupp-dunki. Her gongur sjón fyri søgn. Hetta er ein løgin posi.
Ketsjupp!, rópar ein drongur í áskoðaraflokkinum. Hatta er ein ketsjupp-dunkur. Einki skeg!
Rógvi letst ikki um vón. Koyrir dunkin spakuliga niður aftur í posan. Tosar eina løtu aftrat, og endurtekur síðani handlingina.
Okkurt av børnunum byrjar at venda sær við, tí tað er jú einki serligt gykl við at taka ein slíkan dunk upp úr einum posa og síðani koyra hann í aftur. Tað høvdu tey eisini klárað!
Var hetta ikki fantastiskt?!, spyr Rógvi út í salin. Svarið er givið uppá forhond.
Men so er tað at gyklarin vísir, hví hann kann rópa seg gyklara. Hann tekur nú posan og rukkar hann væl og virðiliga saman, og tveitir hann burtur. Hvar í víðu verð fór ketsjupp-dunkurin? Eingin dugir at siga tað. Bert Rógvi veit tað!
Børnini og tey vaksnu hava nevniliga verið vitni til eina grein innan gykl, hvørs endamál er at fáa lutir at hvørva fyri eygunum á áskoðarunum.
Jú, Rógvi dugir sítt gykl!
Pápin lærdi
At Rógvi byrjaði sum gyklari hevur hann helst mest pápa sínum fyri at takka.
Hann plagdi at undirhalda meg við ymiskum korttriksum. Hetta virkaði ógvuliga imponerandi uppá meg tá, væl at merkja. Men í dag síggi eg, hvussu lætt og einfalt tað í veruleikanum var.
Men tá eg hugsi um mína egnu byrjan, so mundi tað vera fyri eini 4-5 árum síðani, tá eg fekk eitt gyklarasett í jólagávu frá onkrum. Síðani vant tað bara uppá seg, greiðir Rógvi frá.
Hann gjørdist meiri og meiri hugtikin av hesum, og tá hann síðani hitti tveir av okkara egnu gyklarum kom rættilig ferð á. Hesir báðir vóru Ásbjørn Berthelsen av Strondum og Finn Johannesen úr Klaksvík, sum er í familju við mammu Rógva.
Teir fingu meg við í eina av teirra framførslum, eina ólavsøku í Badmintonhøllini.
Eg var eitt sindur smábangin hesa fyrstu ferðina, men tað gekk væl. Síðani tá havi eg havt nógvar framførslur. Men ein minnist altíð aftur á ta fyrstu framførsluna, sigur Rógvi.
Fyri trimum árum síðani byrjaði Rógvi av álvara fyri seg sjálvan sum gyklari. Hetta var mest í samband við føðingardagar og tílíkt, og hann var eisini við á gospeltúrinum, sum Smyril Line skipaði fyri í mai mánaði.
Reaktiónirnar avgera
Skal ein fyrireika seg til eina framførslu sum gyklari so krevur tað eitt stórt arbeiði frammanundan.
Men fyri Rógva hevur tíðin og royndirnar lært hann, hvussu hann kann fyrireika seg uppá hansara egna máta.
Tú finnur bara útav, hvat tú ert góður til. Tú veitst hvørji triks tú dugir og hvørji tú ikki dugir nóg væl. So eg pilki bara burtur úr rúgvuni, og tað er so tað sum verður framført, tá eg standi á palli.
Tað sum eg framføri er tí bara toppurin á ísfjallinum av øllum tí, sum eg kann, greiðir Rógvi frá.
Ein stórur partur í framførsluni er at kanna, hvørjir áskoðararnir eru, og hvussu hann skal fáa samband við teir.
Hvussu eg geri tað? Ja, man lærir so líðandi hvussu tey reagera. Eg veit nøkurlunda, hvat skal til, og hvat er spennandi og hvat er minni spennandi.
Eg síggi tað á teimum. Serliga stuttligt er at fáa reaktiónir frá børnunum. Tað er simpelthen tað feitasta ein kann uppliva sum gyklari, sigur hann.
Øll fáa nakað burturúr
Flestu tiltøkini hjá Rógva venda sær til børnini, men vaksin fólk eru altíð við, og tí leggur Rógvi sær eina við, at tey vaksnu eisini fáa nakað burturúr.
Tá hann fer á pall hevur hann eina ætlan í høvdinum, men tað er ikki altíð at hon verður fylgd fullkomuliga.
Tá Smyril Line skipaði fyri gospeltúrinum var hann fleiri ferðir á palli. Tí hevði hann heldur styttri framførslur og hevði altíð nógv nýtt tilfar við hvørja einastu ferð.
Tann besta upplivingin hjá einum gyklara er, tá hann fær áskoðararnar at halda, at teir hava funnið útav triksinum. Men tá til stykkis kemur er loysnin ein heilt onnur, sigur Rógvi, og nevnir triksið við ketsjupp-dunkinum sum eitt slíkt triks.
Nýggj triks
Aðrir gyklarar hava sínar fyrimyndir, men hjá Rógva er øðrvísi: Hann hevur fyri sovítt onga serliga fyrimynd tá hann stendur á palli.
Tað finnast nógvir stórir gyklarar úti í heimi, men eg havi onga fyrimynd soleiðis beinleiðis, greiðir hann frá.
Ein danskan gyklara, Rune Klan dámar honum væl. Hann hevur ein serstakan máta at skipa framførslur sínar, ið serliga venda sær til ung og vaksin.
Felags fyri allar gyklarar er tó tað, at neyðugt er at venja hvønn einasta dag.
Fái eg eitt nýtt triks, so venji eg tað nógv inntil eg dugi tað. Eg kann so framføra tað nakrar ferðir, og leggi tað síðani á hillina eina tíð.
Skal eg taka tað framaftur, dugi eg tað, men skal líka fríska tað uppaftur.
Ein útlendskur gyklari kann saktans koyra við somu framførsluni í fleiri mánaðir og enntá í ár, meðan hann ferðast lond og ríki runt. Hinvegin so má ein føroyskur gyklari duga ein hóp av triksum.
Tað er so skjótt at koma runt til tey somu støðini, har fólk hava sæð tað einaferð fyrr.
Tú mást snøgt sagt duga ræðuliga nógv triks. Tað ber ikki til at hava eina ávísa framførslu í alt ov langa tíð ísenn.
Ikki peningur í
Hásesong hjá einum gyklara sum Rógva er uppundir jól og um summarið, tá stevnur og onnur tiltøk eru á skránni.
Hann hevur eisini verið at sæð í Sjónvarpi Føroya, har hann gjørdi átta sendingar saman við einum dreka. Sendingin kallaðist Rógvi og drekin og var sera væl móttikin av børnunum.
Men er nakar møguleiki at liva burturav sum gyklari her á landi?
Nei, tað er eingin møguleiki, slær Rógvi fast beinanvegin.
Hetta er eitt ítriv sum eg geri í frítíðini. Í Føroyum er tað ikki gjørligt, men eg veit at gyklarar tjena nógv í øðrum londum.
Her heima fær ein nøkur fá oyru fyri framførsluna, og hesi oyruni brúki eg til at keypa mær triks fyri. So tú sært, at tað er ikki nógvur peningur í at vera gyklari í Føroyum, sigur Rógvi.