Tíma ikki KT

Hóast danskar KT-fyritøkur leggja seg á knæ fyri at fáa tey ungu at útbúgva seg og at arbeiða innan kunningartøkni, er áhugin fyri hesari vinnugreinini minkandi millum tey ungu. Politiken skrivar, at tað er als ikki óvanligt, at fyritøkur bjóða teimum ungu einar 30.000 krónur um mánaðin í byrjunarløn, men kortini standa meiri enn 6.000 størv í KT-vinnuni ósett, og umleið 100 koma afturat hvønn einasta dag. Samstundis verður roknað við, at danska KT-vinnan hevur flutt umleið 20.000 arbeiðspláss av landinum, tí eingin arbeiðsmegi er at fáa í Danmark.