So halda vit, at lukkan er at finna einastaðni har, sum lýtt er, og nógv fólk kemur saman. Helst skal tað vera langt burtur, tí tað halda vit, at vit eiga at gera.
Og so undrast vit á, hvat allir hesir útlendingarnir vilja, sum koma hendanveg. Ganga dobbaðir í vetrarklæðum millum bygdirnar og síggja heilt merkiligir út.
Men kanska hava tey verið á teimum hvítu strondunum og vilja nú síggja okkurt grønt? Ikki avsviðið og deytt. Men livandi.
Og ikki nýtist at fara til British Colombia ella Oregon fyri at síggja grønar furur daga upp móti fjallarygginum við bláum lofti í baksýni. Uttan bara til Kunoyar, har Nestindar sum pallmynd ger leikin eins livandi og fagran, sum tað, tú plagar at síggja á stóru putlispølunum, sum liggja í bókahandlunum.
Gamaní manglar tað obligatoriska tokið. Men slíkum hava tey ikki brúk fyri í Kunoy.
Har eiga tey eina viðalund uppi í einum botni, sum ein góðan seinnapart verður næstan eins heitur og einhvør suðurlendsk strond.
Munurin er bara, at tað er friðaligari, rúmligari og lættari luft í Kunoy.