UMMÆLI
Hanus Kamban
Søgnin um Regin
Fyri okkum, sum komu til Keypmannahavnar miðskeiðis í sekstiárunum, var Regin Dahl mest sum ein sagnarvera, at kalla ókendur og ósæddur av teimum flestu og tó til staðar í okkara universi, nakað sum gongustjørnur, ein hevur hoyrt gitnar, men ongantíð sæð, ella sum tann gamli yrkjarin Schade, sum føringar, ið vóru áhaldnir drykkjumenn, søgdu seg hava hitt og prátað við á morgunbarr niðri í Nýhavn, meðan hanar gólu fyri nýggjum degi.
Hvat Regin hevði skapt av orðum ella tónum, mundu tey flestu okkara hava eina heldur káma vitan um. Nøkur hildu tó uppá, at ein fundur við henda glataða spælimann kundi seta sær varandi spor. Tann heildarútgáva, sum nú er komin, tykist at vátta hetta og bera vitnisburð um, at ið hvussu er ein av hesum fundum - millum Regin Dahl og Niels av Velbastað - fekk ítøki-ligar avleiðingar.
Niels fær eitt hugskot
Niels fór í 1971 undir at lesa búskap og sosiologi á Handilsháskúlanum í Keypmannahavn. Nakað um somu tíð gjørdist hann formaður í Mentunargrunni Studentafelagsins. Hann setti sær og grunninum sum mál at varð-veita Regins tónlistarliga verk. Greitt var, at av tí at tónaskaldið ikki festi síni løg á blað, var neyðugt at lata tey taka upp í einum upptøkuhøli. Farið varð undir henda setning, og árini 1972-77 vórðu so meira enn 400 løg tikin upp. Regin Dahl sang sjálvur og hevði einsamallur klaverfylgispælið.
Tað hoyrir við til søguna, at millum manna var tá ikki semja um hesa ætlan. Ungdómsuppreisturin var ikki av. So virðis-mikil og nýskapandi henda rørsla tóktist mongum okkara, kundi hon eisini, umsitin av óbúnum andum, hava við sær trong-skygni, viðhvørt blindleika. Regin Dahl hevði ilt við at kappast við hugtøk ella hetjur sum Fólkið ella Arbeiðarastætt-ina, og kom tí í vanda fyri, líkasum eisini J.H.O. Djurhuus, at fáa á seg tað lítið heiðurliga stemplið fínmentan.
Sjómansrímur og aðrar útgávur
Men Niels og Regin lótu ikki á sær finna. Arbeiðið við upp-tøkum helt fram, og úrslitið er, at hesi løg í dag, sum andaligur gripur, eru ogn Føroya fólks. Tilsamans fatar henda útgáva um 439 løg. Tey allarflestu hevur Niels á Velbastað latið taka upp í Wifoss Studio á Frederiksberg, nøkur fá eru tó tikin upp aðra-staðni og av øðrum og - á undur-fullan hátt, tykist - varðveitt.
Nú hetta heildarsavn sær dagsins ljós, er vert at nevna, at nøkur av Regins løgum í tíðini frá 1972 til í dag eru blivin almannakunngjørd. Her verður hugsað um plátuna Lukkurímur og fagnaðarljóð frá 1972, Barnarímur, 1974, 4 vísur, 1976 og Sjómansrímur, 1983. Serstakliga tann seinasta útgávan, sum seinni er komin sum fløga - har Duruta Dam og Úlvur við Høgadalsá syngja, og navnframir tónleikarar spæla - hevur havt slíka ávirkan, at hennara løg eru blivin ein partur av føroyskari sangmentan. Ein onnur virðismikil útgáva er fløgan Tú lýsti, 1998, har føroyskir og svenskir sangarar tolka Regins løg. Fyri hesum útgávum stóðu Mentunargrunnur Studentafelagsins, Forlagið Orð og løg og Forlagið Stiðin.
Føroyar og Norðurlond
Av nótaverkum er serliga vert at nevna bøkurnar Atlantsløg, 1996, og Atlantsløg II, 1997. Tað er Marianne Clausen, sum hevur skrivað hesi løg upp. Hugsar ein um onnur verk, sum Marianne Clausen hevur latið úr hondum, ikki minst Føroya Kvæði. CCF. Bind VIII. Løgini, er eingin ivi um, at hon sum granskari hevur skrivað sítt navn í okkara søgu. Henda nýggja fløguútgávan av Regins løgum, sungnum av honum sjálvur - við tilsamans 25 fløgum - samsvarar Atlantsløgum og Atlantsløgum II og kann verða brúkt saman við bókunum.
Hugsar ein um tekstaval, so hevur Regin lagt seg eftir einamest at skapa løg til yrkingar frá tjóðskapartíðini og ættarliðinum, ið kom beint aftaná. Í hesum heildarsavni eru umboðaðir H.A. Djurhuus, við 123 yrkingum, Mikkjal á Ryggi, við 32, Jákup Dahl, við 25, J.H.O. Djurhuus, við 18, Chr. Matras, við 14 og Jóannes Patursson, við 13.
Fara vit til Norðurlond, eigur sviin Erik Axel Karlfeldt 39 tekstir, danin Jeppe Aakjær 21, Gustaf Fröding 13, Nordahl Grieg 12 og Knut Hamsun 11. Uttan fyri Norðurlond finna vit, í minni tali, yrkingar eftir m.a Goethe, Schiller, Heine, Robert Louis Stevenson og James Joyce. Í hesum hugleiðingum fari eg at halda meg einamest til Jóannes Patursson, Chr. Matras og Erik Axel Karlfeldt.
Ein gávumildur Jóannes Patursson
Jóannes Patursson lyftir fram í sínum skaldskapi - umframt elskhugin - tvey virðir, sum vit - ið eru endað í modernitetsins paradísi - hava vrakað: tjóðina og trúnna. Í onkrum teksti, eitt nú tí glæsiliga "Boðar tú til allar tjóðir", eru hesi virðir næstan lívfrøðiliga samantvinnað.
Men longu her, hjá tjóðarinnar høvdingi, verður áhoyrarin ovfarin, tí á Regins sýn dagar Jóannes Patursson við einum ávísum gávumildum moderniteti. Við tí frálíku regluni "Nú verða konubrot" heilsar hann tí kvinnurørslu, sum tók seg upp longu fyri aldarskiftið fyrra, og við tí vøkru yrkingini "Eg veit eitt land so lágligt sett" heilsar hann tí Danmark, sum menti og endurnýggjaði sín innanvøkstur eftir bakkastini í m.a. 1814 og 1864, sum "mynsturbú".
Her er vítt til veggja! Skaldsins lívssjón er ikki turr ella piparslig, men tvørturímóti, ein, sum góðir, gamlir irrationalistar sum Hamann ella Herder høvdu fegnast um:
Ei hann eydnu eigur,
ið eina brúkar skil.
Tignin í kirkju og dómkirkju
Regins løg til hesar tekstir tykjast eyðkend av álvarsemi, tign og patos, skjaldraløgini hava yvir sær ein farra av galdri, og yvir øðrum tekstum, t.d. "Í Føroyum fyrst í fyrndartíð", er ein dámur av ótolnum raskleika. Samstundis varnast tú - undir Regins tenorrødd, sum her tykist myrk heldur enn ljós - eina ávísa variasjón, sum lutvís tykist spretta úr løgunum sjálvum, lutvís koma av tulkingini, eitt slag av empatiskari innlivan, ið kann minna um sjónleik.
Hetta verður týðiligt, tá ið ein kemur til sálmin "Jesus leið meg allan aldur", nú er tað, sum eru vit stødd í tí gomlu sóknarkirkjuni í Kirkjubø, har bóndin sjálvur, við hábærsligari rødd, ið ber í sær tyngdina frá fámæltum forfedrum, syngur fyri. Við sálminum "Lov og tøkk eg tær fram beri" verða vit førd longur aftur, í støðum hava nú einstøk stavilsir lyndi til at togna, so tveir tónar hoyrast, ið annaðhvørt halla ella hækka, so ein hoyrir fyri sær munkar, mildliga berandi fram kvøldsong, sum ekkóar skærur í katólskari dómkirkju.
Menniskja og náttúra
Heilt øðrvísi enn Jóannes Patursson, ikki í tjóðskaparligari ella politiskari hugsan, men í máta at sansa og fata fólk og náttúru, er Chr. Matras. Tekstir sum "Rógva teir, rógva teir" ella "Neytakonur" eru at líkna við stillførar fólkalívsmyndir, har tað yrkjandi eg-ið at kalla ikki er til staðar, og í yrkingum sum "Rennur áin morgunglað" hómast eitt fleyr av tí natúrromantikki, sum tann týski heimspekingurin F. W. J. Schelling á sinni bar fram við síni hugsan um samleika ella eind millum menniskja og náttúru:
Taki vatn í lógva mín,
fái løg í lyndi,
verði sum eitt hagastrá,
ið vaggar fyri vindi.
Við sínum løgum til hesar yrkingar tykist tónasmiðurin at laga seg, kimiliga, eftir variasjónini av hugløgum og tóna. Soleiðis uppliva vit gjøgnum løg og tulking bæði tann stórbæra kinesiska málningin í "Snjólýsi stóð av fløtum", drykkjumansins næstan tvætlutu tankaflýggjan í "Fluguni" og dámin av halgum morni í "Rennur áin morgunglað". Tað tykist samstundis týðiligt, at nøkur av teimum vakrastu løgunum á hesi fløgu - t.d. "Tú gakk tær fram við ánni" og "Einki er sum summarkvøld við strendur" - hava eitt sárt klangdæmi, eitt kensl av langtan, sum kanska kann setast í samband við tónaskaldsins útlegd. Meira um hetta seinni.
Schubert
Her kann vera vert at steðga á og spyrja, á hvønn hátt Regin Dahl er serstakur sum tónaskald. Ein heftir seg fyrst við, at hann (sum Marianne Clausen ger vart við í sínum formæli til Atlantsløg) bæði sum tónaskald og sangari er óvanliga trúgvur móti innihaldinum í tekstunum. Sostatt speglar lagið til "Rógva teir, rógva teir" aftur treystlig áratøk, eins og vit í "Marschen går til Tuna" (eftir Karlfeldt) fylgja ekkaleysum dalkallum, við spakum og hakkarum, á heimveg inn í teir stóru skógirnar.
Í summum løgum nærkast Regin teirri ekspressivu Lied-kompositiónini hjá Schubert - sum "Erlkönig" og "Der Lindenbaum" eru kend dømir um - har lag (og tulking) gevur tekstinum dramatiskt aftursvar.
Tað føroyska ljóðfallið
Men minst líka so áhugaverd er Regins serliga áherðslufatan og frasering. Regin hevur ta áskoðan, at føroyskt sum talað mál hevur sítt egna, natúrliga ljóðfall, og at tónaskald viðhvørt hava havt lyndi til at grunda síni løg á eitt annað skúlað og samstundis bæði stirvið og viðhvørt skundisliga trallandi (og tí banalt) stev.
Hetta føroyska upprunastevið er vanliga, sagt við fakmáli, trokeiskt og daktýliskt - í setninginum "minkandi máni" er tað fyrra orðið ein daktýlur (rættur tríliður: eitt hert stavilsi og tvey óherd) og tað seinna ein troké (rættur tvíliður: eitt hert og eitt óhert stavilsi) - sjáldan jambiskt (ein jamba ella øvigur tvíliður: fyrra stavilsi óhert, seinna hert, dømi kor-ter).
Løg eftir Regin Dahl til yrkingar sum "Nú skínur sólin og nú er lýtt" (H.A. Djurhuus) ella "Kanska um hundrað ár" (J.H.O. Djurhuus) - sum báðar í hansara tulking fáa trokeiskt ella daktýliskt ljóðfall - eru góð dømir um hansara serligu stevfatan. Yvirhøvur tykist Regin í síni frasering at andøva ímóti tí siðbundna og góðtikna.
(framhald næsta leygardag)