Dan Reinert Petersen
------
Sonur mín, sum gongur í 3. g, valdi sær Cuba sum evni til høvuðsuppgávuna í vetur. Hann fer sjálvandi á bókasavnið at læna sær tilfar. Har hava tey eina leitiskipan, sum vísir, hvat savnið eigur. Jú, hann slær Cuba inn, men einki úrslit. So roynir hann Kuba. Nú opnar heimurin seg fyri honum. Hann finnur fleiri bøkur um evnið, men allar bøkurnar byrja við C - CUBA.
So spyr mann seg sjálvan: Hví leggur bókasavnið hesa forðingina inn? Svarið er einfalt. Skúlabókagrunnurin gav fyri nøkrum árum síðani eitt »føroyskt atlas« út, har partar av navnatilfarinum hava fingið nýggj nøvn. Summi nøvn eru tikin úr kvæðunum, onnur eru tikin úr høvdinum á týðaranum, og aftur onnur hava fingið eina vánaliga umseting. Henda margháttliga leitiskipanin gav mær blóð á tonnina. Eg fór at googla hesi serføroysku útlendsku nøvnini.
BORGUNDARHÓLMUR. Eg fann nakrar føroyskar skúlabøkur og nakað av íslendskum tilfari.
SIKILOY: Sama úrslit. Nakað av føroyskum tilfari og okkurt á íslendskum ella fornnorrønum.
LÍÐANDISNES. En dysfunksjonell, men hevngjerrig vikingfamilje. Síðan verður víst til Heimskringlu og til Heimsatlas.
GRØNHØVDAOYGGJAR: Bert føroyskt tilfar.
KILI: Her er nógv spennandi at finna, kiliseng, kilimadras, kiliradio. Og so stendur Kilimanjaro, sum er eitt fjall í Afrika og ikki eitt land í Suðuramerika.
Eg royndi at googla fleiri av hesum sjáldsomu nøvnunum, men onki brúkiligt at finna.
Eg undirvísi á einum spildurnýggjum skúla við elektroniskum talvum og ongum landakorti undir loftinum. Kortini verða tikin av internetinum og standa á talvuni við sínum geografisku nøvnum, sum vit kendu tey, áðrenn hetta famøsa atlasið kom út.
Út frá hesum omanfyri kann sigast, at tað almenna forlagið Skúlabókagrunnurin leggur okkara børnum og ungdómi forðingar í vegin, tá tey skulu leita sær upplýsing. Hetta man vera eindømi í allari verðini.
Eitt annað fyribrigdi, sum er aktuelt í hesum sambandi, er, at vit lesa ikki bókstavir, men vit lesa orð ella rættari orðamyndir, sum vit fáa assosiatiónir av. Hetta er sera mennandi fyri barnið. Síggja vit myndina Sicilia, hugsar onkur um suðurfruktir og onnur um Mafiuna. Síggja vit myndina Chile, hugsar onkur um Allende, sum fall fyri Pinochet, meðan onnur síggja lamair og indianarar í bovlarahatti.
SIKILOY og KILI geva onga assosiatión annað enn tøð, heimføði og nationalismu.
Júst hetta við assosiatiónunum og orðamyndum ger tað neyðugt, at vit hava alt tað latínska alfabetið og loyva C,Q,W,X og Z, tí hesir stavirnir eru ein partur av okkara medviti.
Myndin Quisling vekir andstygd, men Kvisling hevur onga ávirkan á medvitið.
Eg havi eisini roynt at googla Kolumbus, sum Columbus eitur í skúlabókum. Jú, eg fann eina bussrutu í Rogalandi og eitt hotell í Berlin og mangt annað óviðkomandi.
Mynduleikarnir leggja av nationalistiskum orsøkum ungdóminum fótonglar í vegin fyri upplýsing. Og so fýlast teir á PISA-úrslitið .
Gud forbarmi seg...