? Broytingarnar til Prix Føroyar næsta ár eru nógvar, men tann størsti trupulleikin er, at ongin tónleikari sleppur at spæla í meira enn einum bólki, sigur Niels Uni Dam, sum vit kenna frá millum annað MC Hár.
Niels Uni vísir á, at tað eru fleiri tónleikarar, sum eru við í fleiri bólkum, og hann metir ikki, at fyrireikararnir eiga at siga, hvussu nógvum bólkum hvør einstakur kann verða við í.
? Fyrireikararnir siga, at um tú ert við í fleiri bólkum, so ert tú ikki nóg seriøsur, men tað haldi eg er ikki rætt. Tað er ikki trupulleikin hjá teimum, um ein tónleikari velur at spæla við fleiri bólkum ella ikki, heldur Niels Uni.
Hann vísir á, at millum annað kunnu MC Hár ikki verða fullmannaðir, tí onkur av tónleikarunum spælir eisini við í øðrum bólki, og henda trupulleikan vísir tað seg, at fleiri bólkar hava.
Skerja møguleikarnar
Sjálvur heldur Niels Uni, at við teimum nógvu broytingunum, so verða møguleikararnir hjá tónleikarunum skerdir.
? Vit kunnu til dømis taka Mikael Blak, sum var við í meira enn einum bólki seinasta ár. Ongin skal koma og siga mær, at hann ikki er ein seriøsur tónleikari, og hann kom eisini við nøkrum av teimum bestu framførslunum. Hetta skerjir møguleikarnar hjá tónleikarunum, tí fleiri bólkar kunnu als ikki verða við, greiðir Niels Uni frá.
Við hesum er tað tó heldur ikki sagt, at rock-tónleikarin heldur, at tað Prix Føroyar skal skipast júst sum fyrr. Millum annað tekur Niels Uni væl undir við tí, at øll tey innleiðandi umførini eru flutt til Fuglafirðar.
? Tónleikaumstøðurnar hava ikki verið so góðar allastaðni, og eg havi sjálvur spælt undir vánaligum tónleikaumstøðum. Í Fuglafirði eru umstøðurnar góðar, og tí er tað ikki nakað galið við tí, sigur Niels Uni, sum leggur afturat, at tað einasta, sum kanska er eitt sindur óheppið er, at við at flyta øll innleiðandi umførini til Fuglafirðar, so kann tað bremsa tí blómandi tónleikalívinum úti á bygd.
Fyri tó at venda aftur til tað, at tónleikarar bara sleppa at verða við í einum bólki, so sigur Niels Uni, at broytingarnar, sum nú verða tiknar í nýtslu, koma frá teirri tíðini, tá áskoðararnir eisini sluppu at atkvøða um, hvør bólkur slapp við í finaluna.
? Tá komu veruliga nakrir ringir bólkar í finaluna, men broytingarnar kunnu ikki gerast út frá hesum, tí hetta er langt síðani broytt. Um ein persónur er við bara í einum bólki ger hann ikki meira seriøsan um hann spælir í tveimum.
Niels Uni sigur eisini, at tónleikapallurin í Føroyum er so lítil, at hetta ger, at fleiri tónleikarar ganga aftur.
? Nakað annað, sum fyrireikararnir hava sagt er, at hvat nú um ein finala verður bert við somu tónleikarunum? Har vil eg siga: Og hvat so? Um nakrir tónleikarar veruliga eru so góðir, at teir megna at mynda eina finalu, so eru teir nóg góðir.
At enda sigur Niels Uni, at broytingarnar skerja nógv niður.
? Tað ger, at innleiðandi umførini kanska gerast betri, men ikki finlanan!